Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Stórar útbyggingar hava verið á eldraøkinum hetta valskeiðið, nevnast kann m.a. :

• Nýggjur umlættingar- og rehabiliteringsdepil í Hoyvík – liðugur á jólum

• Nýggjur demensdepil á Tjarnargarði við dagtilhaldi, kvøldtilhaldi, umlætting og búplássum umframt ráðgeving til fólk við demens og teirra avvarðandi – liðugur um ársskiftið

• Reingerðartænasta er innførd i heimatænastuna – 140 borgarar eru í skipanini

• Nýtt ellis- og røktarheim við 64 búplássum og 16 røktaríbúðum er samtykt og sett  í gongd

• Nýggjur eldradepil við 24 stutt-og langtíðarplássum í Kollafirði er samtyktur og settur í gongd

• Avgerð er tikin um eina nýggja heilsutænastu í Nólsoy.

Men neyðugt er eisini, at vit seta sjóneykuna á, hvat kann gerast fyri at lætta um gerandisdagin hjá starvfólkunum, og hvussu størri tíð og orka kann leggjast í røktina og umrsorganina av okkara eldru.

Starvfólk leggja sína egnu vaktplan
Í mong ár hevur tað verið trupult at fáa vaktir at ganga upp í eina hægri eind. Summi ynskja at arbeiða niðursetta tíð, meðan onnur ynskja at arbeiða í fulla tíð. Strongd hevur merkt nógv starvfólk frá tíð til aðra, og ynskiligt hevur verið hjá starvfólkum at hava meiri tíð búfólkini.

Hóast vit hava økt um normeringarnar á eldraøkinum, so skal nógv meiri til. Umframt hægri normeringar er tó eisini áhugavert at kanna eftir, hvat vit kunnu gera øðrvísi fyri at lætta um gerandisdagin á eldraøkinum.

Í Danmark hevur man roynt eina nýggja skipan, sum “Time Advice” hevur ment. Hetta er ein skipan, har starvfólkini sjálvi leggja sínar vaktir, og har tey í vaktarráðleggingini taka atlit at ymiskleikanum hjá hvørjum ørðum, fakligu dygdini og vitanini um tørvin hjá búfólkunum.

Royndir vísa, at hendan skipanin nærum altíð fær puslispælið at ganga upp í vakarskipanini á eldraøkinum, tí skipanin byggir á álit, trivnað, individuellar og fleksiblar arbeiðsavtalur. Hetta er sjálvsagt alt gjørt í tøttum samstarvi við arbeiðsgevaran og avvarðandi fakfeløg.  

Í praksis virkar hendan skipanin so mikið væl, at nærum 95-98 % av øllum vaktum verða fullkomiliga lagdar á frívilligum basis.

Ágóðin við hesi skipan er, at færri sjúkrameldingar eru á arbeiðsplássinum ( minking á 30-40 %), færri uppsøgnir, minni strongd, 85 % minking í býti av vaktum og størri nøgdsemi yvirhøvur. 

Hjá leiðsluni eru eisini ágóðar, tí við minni ráðlegging av vaktum, er meiri tíð og stundir til leiðsluuppgávur og menning av trivnaði  á arbeiðsplássinum. Ein byrjan her hjá okkum kundi verið við einum pilotprojektið á einum av okkara ellis og røktarheimum.

Gera vit tað sama, fáa vit tað sama. Tíðin  er komin til nýhugsan innan eldraøkið, har fokus verður sett á tørvin og trivnaðin  hjá tí einstaka starvfólkinum, tí hetta kemur tvífalt aftur í størri orku, tíð og umsorgan fyri okkara gomlu.

Annika Olsen
Borgarstjóri í Tórshavnar kommunu og valevni til kommunuvalið

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo