Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Reyði Krossur Føroya: Eitt álvarsamt eldgos í eystarapartinum av Kongo, nærhendis býnum Goma, hin 22. mai hevur ført til stóra humanitera neyð í økinum. Fleiri hundraðtúsund fólk hava verið noydd at flýggja frá húsi og heimi. Nógv fólk eru horvin í ruðuleikanum, og fleiri hundrað børn eru blivin burtur frá familju teirra.

Tey flýggjandi hava átrokandi tørv á vatni, mati og hýsing. Eldgosið hevur eisini lagt týðandi infrakervi í oyði, harímillum eina vatnskipan, streymleidningar, vegir, bústaðir og aðrar neyðugar hentleikar.

Nærum hálv millión borgarar í Goma hava onga atgongd til reint drekkivatn, og við so nógvari øsku í luftini, eru fólk í stórum vanda fyri sjúkum so sum kolera og øðrum sjúkum í andaleiðini.

Eldgosið kemur sum steinur omaná byrðu í einum landið, ið longu er merkt av vápnaðum stríði, fíggjarligum avbjóðingum og høgum útbrotum av kolera, meslingum, covid-19 og ebola.

Reyði Krossur veitir neyðhjálp í rakta økinum. Arbeitt verður serliga við at finna burturblivnar familjulimir, tryggja reint vatn og grundleggjandi heilsutænastur.

Í hesum sambandi er altjóða starvsfólkið hjá Reyða Krossi Føroya, Vár í Dali, send til Kongo at hjálpa við at seta eina bráðfeingis hjálparmiðstøð upp og at syrgja fyri, at hon virkar, sum hon skal.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo