Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað tykist sum politiska skipanin er við at vakna. Starvsfólkatrot er á næstan øllum vælferðarøkjum - innan heilsu, eldrarøkt og á námsfrøðiliga økinum - bæði kommunalt og hjá landinum. Tjóðveldi skipaði fyri tiltaki mikukvøldið 9. mars við heitinum Vælferð í vanda, ið lýsti ein part av trupulleikanum. Nøkur fakfeløg, sum serliga eru umboðað á vælferðarøkinum,  fingu høvi at koma við okkara tankum og ráðum um, hvussu viðurskiftini kunnu gerast betur.

Á Grækarismessu eggjaði okkara løgmaður, Bárður á Steig Nielsen, til at veita skattalætta til tey innan heilsu- og eldraøkið, men fyri okkum innan námsfrøðiliga virkisøkið tykist tað, sum eingin veruliga hevur lagt merki til, at okkurt álvarsamt átak má fremjast fyri at fáa námsfrøðingar og hjálparfólk at søkja inn á økið at arbeiða. Flestu námsfrøðiligu arbeiðspláss mangla í dag fólk – um ikki á rokniarkinum, so fyri at kunna útinna veruligt fakligt arbeiði. Búskaparráðið hevur í várfrágreiðingini í ár 2021 víst á, at Almannaverkið fór at mangla millum 60 og 80 starvsfólk um árið komandi 10 árini – ella 600-800 starvsfólk. Flestu av hesum eru námsfrøðingar og hjálparfólk.

Samstundis síggja vit fleiri og fleiri stovnar á barnamenningarøkinum, (barnagarðar og vøggustovur) sum mugu lata aftur tí tey mangla starvsfólk, harumframt økist barnatalið.

Fyri umleið tveimum vikum síðani boðaði Tórshavnar kommuna frá, at 140 fleiri stovnspláss skuldu útvegast. Vit mugu spyrja, hvør skal arbeiða har?

Formaðurin í búskaparráðnum metir, at útboð og eftirspurningur eigur at avgera prísin og at serskattaskipanir ikki eru vegurin fram – hesum eru vit eisini samd í.

Vit mugu tó vísa á, at samráðingarpartarnir hjá okkum ikki duga at síggja samanhangin millum tað, sum teir royna at samráðast um og støðuna á økinum. Samráðingarnar hjá landinum og kommununum tykist bert at snúgva seg um, hvussu lítil løn skal gjaldast og at avnokta trupulleikarnar og harvið loysnirnar økjunum at frama.

Her eru trý viðurskifti, sum eiga at loysast:
1. Lønin má hækkast
2. Fleiri mugu útbúgvast – serliga innan námsfrøðiliga virkisøkið
3. Arbeiðsumstøðurnar mugu gerast betri

Vit hava nú í fleiri ár sæð eina gongd, har nýggj starvsfólk ikki hætta sær at fara út á økið at arbeiða, og geva sína orku fyri eina løn, sum ikki samsvarar við ábyrgdina. Tey ynskja heldur at geva rúm fyri frítíðarítrivi, familju ella heilt onnur størv.

Tey ungu tykjast ikki meta lønina vera somikið góða at tey skulu frá siga sær onnur ítriv. Og hava tí ofta lítlar trupulleikar við at siga seg úr starvi, um rúm ikki er fyri, at tey kunnu fáa frídag m.a. tá festivalar o.a. eru, hóast tey standa á skemanum/arbeiðsætlanini.

Atgongd til útbúgving er eisini ein partur av at fáa fólk til økið. Atgongdin til námshjálparaútbúgvingina í Suðuroy er ein av avbjóðingunum. Møguleikin at arbeiða og lesa samstundis og at fáa royndir og annað góðskrivað, er ein partur av loysnini,  umframt at økja um talið av lestrarplássum til námsfrøðing á Setrinum – og eisini her gera skipanina meira smidliga - serliga nú tørvurin er so stórur.

Tá talan er um arbeiðsumstøður eru fleiri viðurskifti, sum eiga at skrúvast uppá - t.d. eins og grannalond okkara hava eina kappingaføra og stytta arbeiðsviku. At styrkja fakligheitina ella fakliga umhvørvið á arbeiðsplássunum. Her er talan um at geva rúm fyri, at arbeiðið kann vera eftirmett og fyrireikað saman við øðrum starvsfeløgum og einsæris. Eisini eigur talan at vera um at gera skilagóðar umsorganarskipanir - bæði til starvsfólk sum hava smábørn, og til teirra sum gerast eldri. Flest av hesum arbeiðsumstøðunum høvdu somuleiðis verið lættari at umsitið, um stovnar høvdu eina nærverandi fakliga leiðslu, sum kann taka nærverandi leiðsluavgerðir og ikki avgerðir einans við støði í einum rokniarki. Og so er tað spurningurin, um normeringar og hvussu “tung” arbeiðsbyrða skal leggjast á tað einstaka starvsfólkið.

Hetta eru alt spurningar, ið arbeiðsgevarin í fleiri ár hevur roynt at avvíst við samráðingarborðið. Tær fáu ferðir okkurt er broytt, hevur tað typiskt verið semingsstovnurin, sum eftir drúgv stríðsstig hevur tikið okkurt við.

Um skipanin við frælsum samráðingum skal virka, er neyðugt at politikkarar taka sína ábyrgd í álvara og ikki bara leggja samráðingarnar út til tepru fatanina hjá Fíggjarmálaráðnum ella Kommunala arbeiðsgevarafelagnum. Har skal meira enn nøkur smá prosent til, fyri at broyta og bjarga støðuni. Her mugu veruligar samráðingar fara fram.

Valmøguleikin er at lata standa til. Og so kunnu vit gráta og undrast um, at eingin ynskir at arbeiða innan hesi øki í framtíðini.

Jógvan Philbrow
Formaður

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo