Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á fyrispurningnr. 52-107/2020frá Sirið Stenberg, løgtingskvinnu, settur JørgeniNiclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, um setanar-og lønarviðurskifti hjá nøkrum av starvsfólkunum í Familjufyrisitingini.

Fyrispurningurin er soljóðandi:

1. Hvussu vil landsstýrismaðurin tryggja, at ávís starvsfólk í Familjufyrisitingini ikki fara niður í løn?

2. Metir landsstýrismaðurin tað veraí lagi at lækka lønina hjá fólki?

3. Hvussu hevur lóggávan um starvsfólkaviðurskifti verið tulkað fyrr? Mistu starvsfólk t.d. rættindi, tá ið fólkakirkjan bleiv yvirtikin?

4. Hvussu nógv er samlaða upphæddin, sum skilir partarnar,roknað pr.ár?

Svar til spurning 1 og 2:
Tá ið eitt málsøkið verður yvirtikið av føroyskum myndugleika frá ríkismyndugleikanum, so vil Føroya Landsstýri, at starvsfólkini koma undir teir sáttmálar, sum Føroya Landsstýri hevur gjørt við fakfeløg og at hesi starvsfólk fáa somu lønar-og setanartreytir sum onnur hava í líknandi størvum.

Tað er eisini eitt ynski frá føroyskum myndugleikum, at hesi starvsfólk fáa eina so góða skiftistíð frá danskari setan til føroyska setan sum tilber.

Tá ið familjurætturin varð yvirtikin í 2018, vóru nøkur starvsfólkflutt frá Ríkisumboðnum til Familjufyrisitingina.

Hesi starvsfólk varðveita síni rættindi og skyldur so leingi tann danski sáttmálin (HK) er í gildi.

Tá ið HK sáttmálin fer úr gildi, verða starvsfólkini flutt yvir í ein føroyskan sáttmála. Í hesum føri er talan um sáttmálan við Starvsfelagið.

Tá ið tann føroyska lønin skal verða ásett, verður hugt eftir, hvar í lønartalvuni starvið skal flokkast samanborið við líknandi størv.

Hetta verður gjørt við at taka atlit til hvørji førleikakrøv verða sett til at kunna røkja starvið, tær týdningarmestu arbeiðsuppgávurnar og tann ábyrgd, sum knýtir seg til starvið.

Soleiðis verður funnið fram til eina flokking og harvið eina føroyska løn.

Tá ið so tann føroyska lønin skal samanberast við tí donsku lønina, so eru tað ásetingar í danska sáttmálanum, sum ikki eru í føroyska sáttmálanum.

Hetta eru ásetingar s.s. umsorganardagar, avriksviðbøtur og styttri vikutímatal.

Tað hevur Føroya Landsstýri ikki avtalu um við nakað fakfelag í Føroyum um.

Er føroyska lønin lægri, verður ein persónlig viðbót givin, sum líknar út munin. Henda viðbótin minkar alt eftir, hvussu lønarvøksturin er, til tann føroyska lønin hevur fingið tað donsku aftur.

Sostatt fer lønin hjá starvsfólkunum ikki niður, men kemur í nøkur ár at verða hægri enn tann føroyska uttan at veksa.

Also er talan um ein lønarsteðg í eina tíð.

ERU starvsfólk omanfyri 60 ár, varðveita tey tó teirra viðbót á sama støði til eftirlønaraldur.

Svar spurning 3:
Tær yvirtøkur, sum eru framdar við heimild í løgtingslóg nr. 81 frá14. mai 2005 um rættindi løntakaranna, eru allar gjørdar eftir sama leisti, og Fíggjarmálaráðið hevur í hesum yvirtøkum tulkað lógina eins.

Tað merkir, at starvsfólkini varðveita sínar lønar- og setanartreytir so leingi tann danski sáttmálin er í gildi, fyri síðan at flyta yvir í ein føroyskan sáttmála, har hesi størvini natúrliga hoyra heima.

Í 2007 var fólkakirkjan yvirtikin, og í 2008 fingu starvsfólkini á Føroya Stiftsstjórn tilboð um føroyska setan eftir sama leisti, sum starvsfólkini á Familjufyrisitingini hava fingið.

Eisini í sambandi við yvirtøkuna av Tinglýsingini og Veðurstøðini var sami leistur brúktur.

Í sambandi við yvirtøkuna av Familjufyrisitingini hevur Fíggjarmálaráðið hildið seg til sama leist.

Svar spurning 4:
Tað er trupult at siga ítøkiliga, hvør upphædd skilir partarnar. Sum nevnt omanfyri, so eru tað ásetingar í donsku sáttmálunum sum ikki eru í føroyska sáttmálanum og tað er virðið av hesum, sum skilir partarnar.

Tinganes, 31. mars 2021
Jørgen Niclasen
Landsstýrismaður í fíggjarmálum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo