Øll starvsfólkini í Landsbankanum - uttan eitt starvsfólk - fóru í sóttarhald í gjár, og verða í sóttarhaldi til fríggjadagin í næstu viku, tað vil siga um eina viku.
Tað váttar landsbankastjórin fyri VP, tá ið spurt verður.
Men Malan Johansen, landsbankastjóri, sigur, at arbeitt verður heimanífrá, so sum so er hetta ikki nakar trupulleiki, men ein serstøk støða, at vera í.
Átta fólk starvast í Landsbankanum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo