Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Regin Jacobsen átti kanska at brúkt nakrar milliónir til at greitt umheiminum sakliga frá, at okkara tøka av springarum er í lagi - tí at hendan tøkan er burðardygg og til almikið gagn fyri vanliga fólkið í Føroyum, heilsuliga og mentanarliga (og dálkar ongar firðir).

Hetta heldur enn at falla til kníggja fyri amerikonskum millióningum, sum ynskja dagsgamlan flúgvilaks á borðið í stórbýnum - og sum sýta fyri at keypa laksin, um føroyingar ikki gevast við at eta springara, tí springari er fittari enn laksur.

Tað kann eftir øllum at døma ikki sigast nóg ofta: Okkara sláturhús er undir opnum himni; alt er gjøgnumskygt. Hvussu var, um verulig sláturhús, til dømis Bakkafrost á Glyvrum, lótu hurðar og vindeygu upp?

Skulu vanlig fólk í Føroyum hopa eftir hæli og kasta heilsugóðan og burðardyggan mat aftur, tí rík fólk á marglætismatstovum fyri vestan ynskja tað - og tí Regin á Bakka krevur tað?

Eg meini, at "Fráboðan um springaradráp" hjá Regini Jacobsen er uttan grundgevingar. Tí er fráboðanin virðisleys. Í besta føri kennist hon sum hugmóð hjá einum føroyingi, ið er um at vaksa úr síni egnu skræðu.

Undir øllum umstøðum sømir handan fordømingin av egnum landsmonnum seg ikki til sakliga viðgerð á mentanarligari grund.

Høgni Mohr

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo