Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Fíggjarmálaráðharrarnir í G7-londunum eru í dag samdir um ein globalan vinnufelagsskatt á 15 prosent.

- Tað gleðir meg at boða frá, at G7-fíggjarmálaráðharrarnir, eftir í fleiri ár at hava samráðst um tað, nú hava fingið eina søguliga avtalu um at reformera globalu skattaskipanina, so hon hóskar til globala, digitalu tíðina, segði fíggjarmálaráðharrin í Bretlandi, Rishi Sunak.

Avtalan sum er gjørd millum stóru ídnaðarlondini USA, Týskland, Japan, Frakland, Bretland, Kanada og Italia, skal steðga tí, fíggjarmálaráðharrarnir kalla ”kappingini móti botninum”, har lond bjóða lægri vinnufelagsskatt fyri at lokka stórar fyritøkur til sín.

Avtalan skal eisini tryggja, at fyritøkur ikki bert skulu rinda skatt í landinum, har inntøkan verður givin upp, men eisini í teimum londum, har vørur og tænastur verða seldar, skrivar DR.DK.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo