At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Av koronu steðga allar kappingar, undantikið Betri Deildin hjá monnum, frá mikudegnum 23. september, og til og við mánadagin 28. september - Mynd: Hans Erik Danielsen

FSF: Virksemið í samfelagnum er nógv ávirkað av koronasmittuni í løtuni, og tí hevur Fótbóltssamband Føroya tikið avgerð um at útseta flestu dystir í landskappingunum, sum eftir ætlan skuldu verðið spældir hesa vikuna.

Hetta merkir, at fyribils verða allir dystir, bæði hjá børnum og vaksnum, fram til og við mánadagin 28. september, útsettir.

Hetta er tó ikki galdandi fyri Betri Deildina hjá monnum, har dystirnir verða spældir sum ætlað. Her skal tó leggjast afturat, at dysturin millum Víking og AB, sum skuldi verða í Sarpugerði í kvøld, fyribils er útsettur.

Kappingarnevndin ásetur nýggjar leikdagar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo