Tað eru nøkur neyðars fólk, sum hvørki hava skil fyri at tosa ella dømikraft til at tiga
- franskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Ríkispolitiið hevur í dag alment boðað frá, at Steen Nørskov er útnevndur til sjefpolitiinspektør hjá Føroya Politi frá 1. juli 2020 at rokna. Setanin er áramálssett til 3 ár.

Steen Nørskov hevur virkað í starvinum síðani í 2018.

Nýútnevndi sjefpolitiinspektørurin úttalar seg soleiðis um útnevningina:

”Tað er við gleði og ávísum stoltleika, at eg kann siga, at eg nú eri útnevndur til sjefpolitiinspektør í Føroyum.

Tey síðstu 2½ árini, hava víst mær, at politiembætið er samansett av ógvuliga dugnaligum starvsfólkum, og fari eg framvegis at verða ein partur av felagsskapinum, sum dagliga strembar eftir at skapa eitt professionelt politi, sum tænir tí føroyska samfelagnum.

Ávirkanin frá londunum uttan um okkum, er eisini galdandi fyri Føroyar. Landið er tí ikki bara nakrar lítlar, avbyrgdar oyggjar í Norðuratlantshavinum.

Politiið her er ein partur av tí danska politinum, sum undir føroyskum viðurskiftum alla tíðina skal betra seg í mun til krøv og tí, sum verður væntað av okkum. Eg fari at gera mítt besta fyri, at samspælið okkara millum og samspælið við Ríkispolitiið framhaldandi blívur gott og mennandi og soleiðis, at tað føroyska samfelagið sær okkum sum eitt tíðarhóskandi politi”.

Michael Boolsen, fúti, gevur Steen Nørskov hesi orðini við á leiðini:

”Eg gleðist sera nógv um, at hava fingið Steen við á liðið og undir meiri føstum rammum. Tað geri eg av fleiri ymiskum orsøkum. Fyrst og fremst er Steen sera dámligur og avhildin av starvsfólkunum, sum hava fingið ein trúverdan leiðara í Steen, og er hann ein góður og álítandi partamaður í leiðslutoyminum hjá Føroya Politi".

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo