Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Í gjárkvøldið bjóðaði matstovan Steikin, sum letur upp fyri almenninginum í kvøld, útvaldum gestum til eitt royndarkvøld. 

Vinir og kenningar umframt fjølmiðlafólk og komandi starvsfólk á staðnum vórðu boðin, og eydnaðist kvøldið avbera væl.

Steikin, sum liggur á Tórsgøtu í miðbýnum í Havn, fer at leggja serligan dent á at bjóða gestum eitt breitt úrvali av kjøti.

Matstovan hevur eina buffetmatskrá,  har forrættur, høvuðsrættur og sodavatn er íroknað í tí lægsta prísinum, og til ein hægri prís ber eisini til at keypa dessert, bjór og vín.

Harumframt hevur Steikin eitt 150 m² innandura spælipláss, sum børn kunnu brúka ókeypis. Menninir handan Steikina eru Terji Sørensen, Ruben Busk og Sigfríður á Plógv Hansen.

Local.fo var á staðnum og tók myndir frá kvøldinum.

Sí myndir her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo