Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

- Hetta sá eg ikki koma.

Steinar Eirikstoft, forstjóri í føroyska heilsuverkinum, hevur ikki ordiliga sodna, at svenski veitarin av KT skipanini Cosmic, sum er eitt slag av ryggmergi í allari føroysku heilsuskipanini, hevur sagt avtaluna upp við eini freist uppá tvey ár.

Tað eru eini 10 ár síðani at skipanin var sett í verk, og tá var tað hildið at vera eitt ordans hál, tí talan var um eina integreraða skipan, har alt føroyska heilsuverkið, tað vil siga eisini kommunulæknar, apoteksverk og onnur kundu samskifta á sama máli.

- Alt landið er við, og tað er heilt víst nakað sum ger upplivingina betri hjá borgaranum. Vit hava seinastu tíðina brúkt ikki so lítið av orku uppá at menna skipanina. Tað lá millum annað í kortunum at alt eldraøkið, Gigni og onnur við skuldu koma uppí. Men tað er nú alt fyribils lagt á ís, sigur Steinar Eirikstoft við VP.

Verður dýrt
Tað er ov tíðliga enn at siga, hvat tað fer at kosta. Bara at seta eina slíka skipan upp til føroysk viðurskifti krevur altíð nógv. Og so liggur ein sera stór uppgáva í at flyta allar dátur og upplýsingar til eina nýggja skipan. Men tað er ov tíðliga enn at siga, hvussu umfatandi og dýrt tað verður.

- Tað verður ein "bekostilig affera". Meira fái eg ikki sagt, sigur Steinar Eirikstoft, sum ikki vil gera viðmerkingar til tað sum VP skrivaði í gjár við keldum í heilsuverkinum um, at tað skjótt kann kosta væl meira enn 100 milliónir krónur at skifta KT skipan.

- Men tit hava fingið eina uppsagnartíð uppá tvey ár. Klára tit tað?

- Nei, tað er neyvan realistiskt. Cambio (svenski veitarin, red.) kann møguliga longja freistina eitt sindur, men tað fer helst at kosta nógv. Í síðsta enda er tað eisini ein spurningur um, hvat man kann blíva noyddur til, sigur Steinar Eirikstoft, forstjóri í sjúkrahúsverkinum.

Onkur fyrimunur eisini
Tað kann sambært honum vera trupult at síggja nakran fyrimun í støðuni, sum nú hevur tikið seg upp. Men okkurt er kanska.

- Cosmic er nokkso tung at arbeiða við uppá tann mátan, at hon er ikki so vælegnað til at tosa við aðrar skipanir. Vit hava kanska einar 60 minni KT skipanir innan sjúkrahúsverkið, smærri tól av ymiskum slagi, og tað er ikki altíð so lætt at fáa tøl og dátur frá hesum skipanum inn í Cosmic. So tað kann mann hava í huga, tá mann velur nýggja skipan, sigur Steinar Eirkstoft.

- Timingin var heilt víst ikki tann besta. Men tað eru vit so ikki harrar yvir, sigur Steinar Eirikstoft at enda við VP.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo