At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Eitt av mongum málum, sum hevur ligið klárt at fullføra hesi fýra árini, sum nú eru farin, er liðugtgerð av býartorginum í Steinatúni. Hetta undrar meg, tí peningur var settur av og tekningar tøkar fyri fýra árum síðani, so tí kundi eg hugsað mær at vitað, hví hetta ikki bara er gjørt?

Undanfarni býráðsmeiriluti gjørdi sær ómak at fáa eina ætlan gjørda fyri Steinatún, men har stendur framvegis alt og gapar í hálvum gekki. Í grundini snýr tað seg bara um at fáa lagt eitt hálvtak út yvir torgið sum eitt skýli, so fólk í øllum veðri kunnu finna lívd, meðan tey bíða eftir bussi ella bara vilja stytta sær stundir har.

Men sjálvt um hetta síðani er samtykt ikki minni enn tvær ferðir í býráðnum og takið enntá í langa tíð hevur ligið og samlað støv, hendir bara einki! Hvussu torført skal tað vera?

Tað einasta, sum í veruleikanum er hent í samfull fýra ár, er at eitt av gomlu, reyðu bussskýlunum er smekkað upp í Steinatúni, so tíverri sær bara út til, at lappaloysnir hava verið á skránni alla hesa tíðina.

Við øðrum orðum mugu fólk framvegis standa úti í regni og vindi – og skjótt eisini kava og kulda – og bíða, uttan at sleppa undir tak, um tey ikki renna yvir í gongina uttan fyri Kunningarstovuna at koma undir tak eina løtu.

Tí er spurningur mín til samgonguna í býráðnum, nær vit kunnu vænta at takið, sum lovað, kemur yvir býartorgið í Steinatúni?

Heðin Mortensen
býráðslimur

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo