Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Í dag verður Steingrím Kristoffersen í Vestmanna 100 ár. Steingrím í Skálum, sum vestmenningar siga, er sonur Óla Jákup Kristoffersen, sum var skipari á Neptun, sum var fyrsta skip ið flaggaði við føroyskum flaggi. Tað var í 1920unum, langt áðrenn flaggið varð alment viðurkent.

Jákup í Gerðinum, sum veit nógv um søgu og ættarbond, sigur soleiðis um Steingrím og familjuna:

Steingrím er elstur og einasti á lívi av 8 systkjum. Tey vóru: Kristoffur (1923-98), Brynhild (1924-2001), Sverri (1925-2008), Gunnar (1928- 2021), Tórálvur (1929-2020), Ingibjørg (1931-93) og Tryggvi (1932-2015).

- Foreldrini vóru Helanna Joensen úr Hvalvík og Óla Jákup í Skálum. Óla Jákup var úr Ísakshúsi í Skálum, sonur Grækari úr Gásadali og Margrethu av Skælingi. Óla Jákup var næstyngstur av 8 systkjum. 7 búsettust í Vestmanna. Elias giftist til Sandavágs. Í kalllegg hevur Steingrím tí nógv skyldfólk í Vestmanna. - Í fólkateljingi frá 1.febr. 1921 sæst, at Helanna kemur til Vestmannar í 1920 og tey giftast inn til Grækaris í Skálum, og er Steingrím føddur í Ísakshúsi. Í 1922 hevur Óla Jákup bygt nýggj hús uttan fyri Hórará.

- Í kvennlegg hevur Steingrím eisini nógv skyldfólk í Vestmanna, tí omma hennara Helanna var úr Dúvugørðum í Saksum. Pápi hennara átti Honnu Fonsdal í seinnu giftu. Hon og Helanna, kona Sámal í Jákupstovu, og Hansina mamma Lilluba vóru systkinabørn. Og Helanna var trímenningur við Elsu hjá Edmund Klein, Hendrik á Bakkanum, Petur hjá Gásadals-Binu, børnini hjá Jákup hjá Póli, børnini hjá Hvalvíks-Jákup og okkum børnini hjá Hans og Betti í Gerðinum.

Óli Jacobsen hevur í 2009 áhugaverda samrøðu við Steingrím, har hann millum annað greiðir frá tíðini áðrenn og aftaná at pápin, Óla Jákup, gekk burtur við Neptun.

Steingrím Kristoffersen býr í dag á Heiminum á Grønanesi. Hann er fyri tað mesta seingjarliggjandi.

Dagurin verður hildin saman við teimum næstu.

Í samband við at 60 ár vórðu liðin síðani Svenning av Lofti var fyrsta túrin til skips var hann í apríl 2015 í Vestmanna og hitti Steingrím og eisini Frits Johannesen, sum báðir vóru við á túrinum.

Ein videofrásøgn frá hesum er at síggja her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo