Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Í dag var síðsti kappingardagur í Stella Polaris kappingini fyri ungar klassiskar tónleikarar, og hesuferð var tað í aldurbólkinum 19 til og við 24 ár. Kappingin var í Hátúni, sum er konsertsalurin í Tórshavnar Musikkskúla á Landavegnum.

Tað er musikkskúlanevnd Tórshavnar Býráðs, sum skipar fyri kappingini

Í alt hava 65 børn og ung úr øllum landinum tikið lut í kappingini. Hósdagin framførdu 29 luttakarar í aldursbólkinum til og við 13 ár. Í gjár framførdu 27 luttakarar í aldursbólkinum 14 til og við 18 ár og í dag hava nýggju tónleikarar í aldurbólkinum 19 til og við 24 ár framført.

Dómsnevndin í ár er sett saman av Heiðruni Petersen, Eyðuni á Lakjuni, Jógvani Zachariassen, Hans Peturi í Brekkunum og Pálli Sólstein, ið samstundis er formaður í nevndini.

Áðrenn Páll Sólstein kunngjørdi úrslitið av kappingini í dag, segði hann, at støðið í dag var sera høgt og serstakliga javnt, eins og tað var í yngru bólkunum hósdagin og fríggjadagin. Hann segði eisini, at støðið á ungu tónleikarunum í Føroyum hevur verið fyri stórari menning síðstu árini, bæði tónleikaliga eins og tekniskt. Hetta er fyrst og fremst einari vælvirkandi musikkskúlaskipan og dugnaligum tónleikalærarum at takka. Hann vísti eisini á týdningin av, at ungu spírarnir hava møguleika at kappast og mennast í einari kapping sum Stella Polaris.

Úrslitið á Stella Polaris kappingini 2021 fyri ungar klassiskar tónleikarar í aldursbólkinum 19 til og við 24 ár.

Fyrsta virðisløn fór til Aksel Remmel á klaver

Onnur virðisløn fór til Helenu Joensen á klaver

Triðja virðisløn fór til Andrias Blaasvær á violin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo