Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

"Fyrsti dagur í tónleikakappingini Stella Polaris er av, og aldursbólkurin “til og við 17 ár” hevur í dag framført í Hátúni í Tórshavnar Musikkskúla.

Tað var ikki ein løtt uppgáva at kjósa vinnarar, tí sum Edith Dahl Jakobsen, frásøgufólk segði, so eru tey øll vinnarar.

Dómsnevndin, Magnus Johannessen, Maria Guttesen, Høgni Lisberg, Benjamin Petersen og Guðrun Sólja Jacobsen, høvdu ta tørføru uppgávu at kjósa tey bestu.

Dómsnevndin valdi at geva triðju virðisløn til Sophilia Alicia Wraae Mukisa.

Síðani varð onnur virðisløn handað Maria Petersdóttir Gaardbo og at enda varð vinnarin funnin, sum varð bólkurin iKai. 

Allir luttakararnir fingu luttøkubræv og blómur frá Musikkskúlanevnd Tórshavnar Býraðs, sum skipar kappingina.

Í morgin verður aftur lagt til brots kl. 13.00, tá luttakarar í aldursbólkinum 18 - 24 ár fara at kappast.

Til ber at koma í Hátún at lurta, umframt at kappingin verður stroymd á heimasíðu Tórshavnar musikkskúla www.tm.fo"

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo