40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Fróðskaparsetrið: Magni Mohr, professari á Fróðskaparsetrinum, hevur saman við øðrum útgivið eina størri metanalysugrein, sum byggir á netverkshagfrøði í amerikanska tíðarritinum Circulation: Cardiovascular Quality and Outcomes.

Greinin, sum ber heitið “Comparative Efficacy of 5 Exercise Types on Cardiometabolic Health in Overweight and Obese Adults: A Systematic Review and Network MetaAnalysis of 81 Randomized Controlled Trials”, er skrivað saman við fleiri av fremstu granskarunum úr Grikkalandi, Englandi, USA og Danmark.

Greinin er ein sokallað netverks-metaanalysa-yvirlitsgrein, sum greinar altjóða vísindaligu útgávurnar fyri at finna fram tær sterku kanningar av, hvussu ymisk sløg av kropsligari venjing ávirka ymiskar tættir, sum annars hava við sær stóru fólkasjúkurnar hjá teimum við ov nógvum kropsfeitti.

Funnar vórðu 81 vísindaligar greinar, sum luku strongu krøvini fyri vísindaliga dygd og granskingarháttalag. Síðani varð netverks- og metaanalysuhagfrøði nýtt fyri at greina, hvat slag av venjing er munadyggast, tá tað snýr seg um váðar fyri stóru hjartasjúkunum, og hvussu hesir váðar eru samantvinnaðir.

Víst varð, at fleirtáttað venjing (venjing, har bæði treystis- og styrkisvenjing verða gjørd) og sokallað hybridvenjing (samantvinnað venjing, sum vit kenna frá bóltspølunum) var munadyggari enn treystis-, styrkis- og intervalvenjing einsamøll, tá hugt varð eftir størstu váðunum fyri stór fólkasjúkunum.

Intervalvenjing vísir seg eisini at vera góð fyri at betra nakrar tættir, meðan minst munadygg var treystisvenjing og styrkisvenjing, tá tær hesar standa einsamallar.

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo