Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Steffan Løkin og Petur Knudsen fegnast um 3-1 málið ímóti Ísrael - Mynd: Bjarni Enghamar

Hegga Samuelsen, hjálparvenjari hjá U21-landsliðnum, í samrøðu við FM 1 – Mynd: Bjarni Enghamar

Steffan Løkin og Petur Knudsen fegnast um 3-1 málið ímóti Ísrael - Mynd: Bjarni Enghamar

Steffan Løkin og Petur Knudsen fegnast um 3-1 málið ímóti Ísrael - Mynd: Bjarni Enghamar

Hegga Samuelsen, hjálparvenjari hjá U21-landsliðnum, í samrøðu við FM 1 – Mynd: Bjarni Enghamar

FSF: Tað verður oddaliðið í bólkinum, Spania, ið kemur á vitjan, tá føroyska U21-landsliðið hósdagin í komandi viku skal í eldin aftur. Talan er um eitt krútsterkt spanskt U21-lið, sum hevur vunnið fimm og spælt ein dyst javnan í undankappingini higartil.

Seinni dysturin í hesum umfarinum verður ímóti Montenegro, sum higartil hevur vunnið 7 stig í undankappingini. Montenegrisku stigini eru komin í hús við sigrum ímóti Føroyum og Kasakstan, og javnleiki á útivølli ímóti Ísrael.

Men føroyska liðið hevur staðið seg væl seinastu tveir dystirnar, og tað er tí við góðum treysti at fari verður undir komandi avbjóðingar, hóast tær eru eru stórar.

Á tíðindafundi í FSF-húsinum mánadagin kunngjørdi hjálparvenjarin, Hegga Samuelsen, hópin til dystirnar ímóti Spania og Montenegro, sum telur 21 spælarar. Smávegis broytingar eru í hópinum hesaferð, í mun til seinast. Millum annað eru Jákup B. Andreasen, Daniel Johansen og Adrian Justinussen tøkir hjá U21-landsliðsvenjarunum til dystirnar í næstum.

Hópurin
Rói Mørk Hentze, B36
Rói Zachariassen, EB/Streymur
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Ari Olsen, Víkingur
Bjarni Petersen, B36
Jákup B. Andreasen, KÍ
Samuel Johansen Chukwudi, HB
Arnbjørn Svensson, Víkingur
Andri Benjaminsen, B68
Magnus Holm Jacobsen, B36
Ragnar Samuelsen, B36
Ólavur Niclasen, KÍ
Noah Mneney, Víkingur
Lukas Giessing, AB (Danmark)
Jonn Johannesen, KÍ
Stefan Radosavljevic, B36
Petur Knudsen, NSÍ
Daniel Johansen, HB
Pætur Petersen, HB
Steffan Løkin, NSÍ
Adrian Justinussen, HB

Hegga Samuelsen, hjálparvenjari hjá U21-landsliðnum, í samrøðu við FM 1 – Mynd: Bjarni Enghamar

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo