Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Flogbóltssambandið: Í lokalu Vágauppgerðini millum gentur 12 hjá Drátti og SÍ, var tað SÍ sum vann eftir eina spennandi finalu.

SÍ vann fysta settið 25-15, men so svaraði Dráttur aftur og vann tað næsta. Dráttur koma nógv best frá byrjan, men móti endanum á settinum hálaði SÍ nógv inn Drátt -serliga tí Dráttur hevði trupulleikar við servunum. Men Dráttur vann settið 25-22.

Triðja settið vann SÍ 15-9 og harvið fyrstu steypafinaluna 2-1.

SÍ – Dráttur, 2-1: 25-15, 22-25 og 15-9

Bestu leikararnir vóru:

SÍ: Sára Kambsgarð

Dráttur: Emma Vilhelmsdóttir

SÍ, steypvinnarar:
Aftast frá vinstru: Rajko Petrovic, venjari, Andreja Petrovic, Elin Hovgaard, Lisa Haraldsen, Sára Kambsgarð, Súsanna Maria Magnussen, Marin av Trøð Lauritsen.

Fremst fra vinstru: Rikka Allansdóttir Joensen, Sára Weihe Simonsen, Marita Andrea Hansen, Sofía Edvinsdóttir, Eydna Henriksen.

Dráttur, silvurmerkir:
Aftast frá vinstru: Birita Sandberg Samuelsen, venjari, Jasmin Prior Braga, Emma Vilhelmsdóttir, Vár Edvardsdótttir, Gurli S. Joensen.

Fremst frá vinstru: Karin Vang Jacobsen, Julia Svabo Samuelsen.

Finalurnar verða stroymdar: trýst her

Dystarskráin:

Leygardagin:
Kl.   9.00: G12: SÍ – Dráttur
Kl. 10.00: G14B: Fleyr – KÍF
Kl. 13.30: Menn: Mjølnir – Fleyr
Kl. 16.00: Kvinnur: SÍ – Fleyr
Kl. 18.30: D12: ÍF – TB
Kl. 19.45: Mansungligar: SÍ – ÍF

Sunnudagin:
Kl. 13.00: G14A: SÍ - KÍF
Kl. 14.15: D15: SÍ – Fleyr
Kl. 15.30: G16: SÍ – Fleyr
Kl. 16.45: D17: SÍ – Fleyr
Kl. 18.00: G19: SÍ – KÍF
Kl. 19.15: D19: SÍ – Fleyr
Kl. 20.30: Kvinnuunglingar: SÍ – Fleyr

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo