Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Um vikuskiftið hava óbodnir gestir verið í einum hjalli í miðstaðarøkinum. Har hava teir stolið nakrar fløskur av rúsdrekka, ímeðan kjøtið slapp at hanga.

- Vit hava tíverri ongi spor at elta í tí málinum. Tað er ein trupulleiki, at fólk lata hjallin standa ólæstan. Og tá er onki at gera, um onkur fremmandur fer og nápar sær okkurt úr hjallinum. Tí tryggingin tekur ikki við, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn, sum heitir á fólk um at syrgja fyri at seta lás á hjallshurðina, um nakað er har sum kann freista.

Í døgnrapportini sæst eisini, at herverk er framt á bil sum stóð á Vaglinum. Ókvæmisorð eru skøvað í lakkið, men heldur ikki í tí førinum eru nøkur spor at elta.

- Annars var nakað av fólki í býnum, men ikki meira enn vanligt, sigur vakthavandi.

- Ymiskt smáttarí var eisini. Onkur sum ikki vil fara úr einum dansistaði, tá viðkomandi varð biðin, onkur smávegis bardagi og fólk sum á onkran hátt meiða seg og noyðast ein túr á skaðastovuna, upplýsir vakthavandi á politistøðini í Havn.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo