Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tekstlýsingar

Umhvørvis- og vinnumálaráðið lýsir eftir stjóra til Brúkaraumboðið.

Brúkaraumboðið skal í virki sínum leggja dent á at kunna, vegleiða og ráðgeva vinnurekandi um góðan marknaðarføringssið, eins og Brúkaraumboðið skal kunna almenningin um reglur og avgerðir, sum hava týdning fyri brúkaran. Brúkaraumboðið skal harumframt menna og skapa siðvenju, sum elvir til góða marknaðarføring.

Brúkaraumboðið hevur eftirlit við, at løgtingslóg um marknaðarføring og kunngerðir, givnar við heimild í lógini, verða hildnar, umframt at røkja smærri uppgávur og eftirlit eftir aðrari lóggávu. Eftirlitið byggir á meginregluna um samráðing, og við samráðing skal Brúkaraumboðið royna at ávirka vinnurekandi at virka í samsvari við góðan marknaðarføringssið. Samráðing, eftirlit og avgerðir skulu í minst møguligan mun tarna tí skapandi virksemi, sum marknaðarføring eisini er.

Brúkaraumboðið hevur ábyrgdina av samanspælinum millum stovnin og brúkarar og vøru- og tænastuveitarar, og við fyriliti fyri almennum samfelagsáhugamálum er uppgávan at virka fyri at menna góðan marknaðarføringssið á føroyska vøru- og tænastumarknaðinum.

Brúkaraumboðið skal hava eitt sakligt, eftirfarandi og virkið eftirlit, sum bæði brúkarar og vinnurekandi kunnu hava álit á og virðing fyri. Eftirlitið er bygt á kunning, samskifti og samstarv og á virkna handhevjan. Nærlagni og góðska er aðaltættir í starvinum.

Landsstýrismaðurin í vinnumálum setur og loysir úr starvi Brúkaraumboðið, sum annars virkar leyst av landsstýrinum.

Brúkaraumboðið er diplomatiskt og skal duga at skyna á og virða ymisk sjónarmið í tilgongdini. Samstundis skal Brúkaraumboðið taka greiðar avgerðir, sum fremja endamál lógarinnar um rættvísandi og erliga marknaðarføring. Avgerðir Brúkaraumboðsins eru endaliga innan fyri fyrisitingina.

Arbeiðið skal raðfestast eftir menning og ráki í fyrst og fremst føroyska samfelagnum, men bæði norðurlendsk og altjóða rák hava eisini sína ávirkan á brúkarar og vinnurekandi í Føroyum, og hava tí eisini týdning fyri virksemið.  

Brúkaraumboðið skal hava viðkomandi útbúgving á kandidatstøði.

Harumframt skal Brúkaraumboðið duga væl at samstarva við bæði vinnurekandi og brúkarar, duga væl at samskifta bæði munnliga og skrivliga á føroyskum, donskum og enskum og hava áhuga fyri teimum samskiftisháttum, sum verða brúktir í marknaðarføring.   

Setanartreytir og annað
Starvið verður sett fyri eitt 5-ára tíðarskeið eftir serligum stjórasáttmála. Starvið er lønt ájavnt við 37. lønarflokk hjá Tænastumonnum Landsins, tó uttan at vera tænastumannastarv. Eftirlønargjaldið er 15%, sum verður flutt í eftirlønarskipan, sum Fíggjarmálaráðið hevur góðkent.

Brúkaraumboðið heldur til í Havn og samstarvar við Vinnustovnin á Skálatrøð um skrivstovuuppgávur. Setanarøkið fevnir um Løgmansskrivstovuna, stjórnarráðini og stovnar undir ráðunum.

Starvið verður sett frá 1. oktober 2022 ella eftir nærri avtalu. Tann, ið verður settur, má tola bygnaðarligar og aðrar broytingar í starvinum.

Umsóknir
Umsóknir, saman við CV, avriti av prógvum o.ø., skulu sendast við telduposti til uvmr@uvmr.fo og skulu vera Umhvørvis- og vinnumálaráðnum í hendi í seinasta lagi 5. september 2022.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Pól E. Egholm, deildarstjóra, á telefon 556076 ella Herálv Joensen, aðalstjóra, á telefon 556090.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo