Meira lættført er at takka fyri lítið enn fyri nógv
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tekstlýsingar

Starvið sum stjóri á Vinnuháskúlanum er leyst at søkja. Stjórin skal kenna og hava áhuga fyri maritima útbúgvingarøkinum og skal hava førleikar at menna og føra Vinnuháskúlan inn í framtíðina.

Stjórin hevur ovastu leiðsluábyrgd av øllum virkseminum á skúlanum og hevur ábyrgdina av, at útbúgvingar og skeið verða framd sambært ásettum reglum.
 
Høvuðsuppgávur stjórans eru, at:

• hava fakligu, námsfrøðiligu, fíggjarligu og umsitingarligu leiðsluna í skúlanum,

• tryggja skynsaman rakstur og at fíggjarætlanin verður hildin,

• samstarva við myndugleikar, vinnuøkið o.o., 

• menna útbúgvingar skúlans, so tær alsamt lúka framtíðar og altjóða krøv,

• virka fyri góðum og mennandi arbeiðs- og lestrarumhvørvi í skúlanum.
 
Førleikakrøv
Tann, ið verður settur, skal: 

• hava viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni 

• hava viðkomandi leiðslu- og fyrisitingarligar royndir, 

• hava góð leiðslu- og samstarvsevni, ið kunnu menna eitt fakligt, virkið og mennandi umhvørvi,

• hava góð evni at samskifta og orða seg á føroyskum og enskum, 

• hava vilja til og evni at royna nýggjar leiðir, 

• vera álítandi og álitisvekjandi.
 
Leiðsluútbúgving umframt royndir innan maritima- og/ella útbúgvingarøki er ein fyrimunur.
 
Setanar- og lønartreytir
Starvið verður lønt í 37. lønarflokki eftir lønartalvu hjá tænastumonnum, umframt eftirløn, tó uttan at vera tænastumannastarv. Mánaðarlønin er kr. 51.139,65 umframt kr. 7.671 í eftirlønargjaldi.  
 
Tann, ið settur verður, má tola broytingar í starvsviðurskiftunum í sambandi við møguligar bygnaðarligar broytingar á økinum. Setanartreytir annars verða ásettar í stjórasáttmála.  
 
Umsókn
Umsókn við CV, prógvum o.ø. skal sendast til: Uttanríkis- og mentamálaráðið Tinghúsvegur 5 - 7  Postsmoga 3279 110 Tórshavn  Ella sum t-postur til ummr@ummr.fo 

Umsóknin skal vera Uttanríkis- og mentamálaráðnum í hendi í seinasta lagi mánadagin 15. juni 2020. Starvið verður sett skjótast møguligt.  
 
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Poul Geert Hansen, aðalstjóra í Uttanríkis- og mentamálaráðnum, á tlf. 555010 ella t-post PoulGeertH@ummr.fo 

Vinnuháskúlin er útbúgvingarstovnur, sum fevnir um útbúgvingar av manning á skipum, millum annað um útbúgving av skipsførarum og maskinmeistarum. Skúlin hevur harumframt eina skeiðsdeild, sum skipar fyri ymiskum skeiðum  sambært STCW sáttmálanum. Skúlin hevur altjóða góðkenning frá IMO felagsskapinum sum útbúgvingarstovnur innan síni serøki. Á skúlanum eru 45 starvsfólk og umleið 250-275 lesandi. Sí heimasíðu skúlans www.vh.fo    

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo