Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

- Vit hava tosað um tørvin á eini ferðavinnuútbúgving, men enn hava vit ikki fylt nakað inn í hana, viðgongur Jákup Andreasen, stjóri á Fiski- og Tilfeingisskúlanum í Vestmanna

Fíggjarnevndin hjá løgtinginum, sum annars ikki hevur verið merkt av innanhýsis semjum í seinastuni, er í øllum førum samd um eitt, og tað er, at ein ferðavinnuútbúgving skal setast á stovn í Vestmanna. Ein millión krónur er fyribils sett av til endamálið.

Jákup Andreasen sigur við VP, at tey har á skúlanum sjálvsagt fegnast um framskygdu ætlanirnar, men fyribils er skemaið hjá honum fult við at fáa alt tað avgreitt, sum skal avgreiðast áðrenn jól.

- Vit gleða okkum til at fara undir samstarv við Mentamálaráðið og eisini vinnulívið um, hvussu ein slík útbúgving skal snikkast saman. Eg haldi tað vera upplagt at hyggja ímóti Íslandi, tí støðan har líkist nógv okkara við eini vaksandi ferðavinnu og møguleikar og avbjóðingar eru kanska í stóran mun tær somu, sigur Jákup Andreasen í stuttari viðmerking.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo