Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

- Tit mugu heldur fyrireika tykkum til eitt sætt búskaparligt ódnarveður, tað segði stjórin í stóra amerikanska bankanum JPMorgan Chase, Jamie Dimon, sum áður hevur verið beinreikin í sínum spádómum.

Hann sipaði til støðuna í heimsbúskapinum aftaná korona og russisku innrásina í Ukraina. Ikki minst høgu oljuprísirnir og inflatiónin fær stjóran at halda, at orsøk er at stúra.

Eitt nú heldur hann, at oljuprísirnir fara at halda áfram at hækka, og tað sama kann væntast um prísin á matvøru, skrivar finans.dk.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo