Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Stjórin í Føroya Keypssamtøku, Finn Nielsen, harmast um keðiligu myndirnar sum formaðurin í danska Veganaraflokkinum hevur tikið og lagt á netið av matspilli í einum av handlunum hjá Keypssamtøkuni, FK í Hoyvík.

- Eg havi sjálvandi spurt meg fyri eftir at hava sæð myndirnar, og frá slaktaranum havi eg fingið at vita, at tað var serliga óheppi at hann skuldi koma akkurát handa dagin, tí hatta var burturkast frá fleiri døgum samlað saman, sum júst var farið út í bingjuna, sigur Finn Nielsen.

Hann leggur eina við, at FK ger nógv fyri at sleppa undan, at matur verður koyrdur burtur.

- Vit seta prísin nógv niður, tá vørurnar nærkast degnum fyri, nær tær eru ov gamlar. Men vit sleppa ongantíð undan, at ikki okkurt blívur ov gamalt og tí má koyrast burtur. Tað er jú eisini álvarsligt at selja ov gamlar matvørur, sigur Finn Nielsen við VP.

Hann sigur seg ikki meta, at matspilla samanumtikið er ein stórur trupulleiki í FK.

- Annars kann eg leggja afturat, at eg onki havi ímóti, at vit verða hildin til av og á, tí vit arbeiða veruliga við hesum, at avmarka matspillu, so tað ger onki um vit verða mint á álvaran í tí, sigur hann.

Les meira: Upptøkurnar vóru gjørdar uttanfyri hjá FK í Hoyvík

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo