Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Fáar dagar eftir at fleiri fyrrverandi ráðharrar í Namibia ikki longur fáa innferðarloyvi til USA, tí teir verða settir í samband við mutur, hevur stjórin í íslendsku risafyritøkuni, Samherja, nú sent eina almenna umbering til fólkið í Namibia.

Tað skrivar The Namibian.

- Eg eri veruliga harmur um tað sum er hent, og eg vil biðja um fyrigeving, bæði persónliga og vegna fyritøkuna. Nú mugu vit hugsavna okkum um at tryggja, at slíkt ikki endurtekur seg, sigur Thorsteinn Már Baldvinsson.

Hann leggur afturat, at enn er ikki greitt, hvussu umfatandi málið er, men hann lovar, at øll mistøk verða rættað og endurgjald latið.

Samherji er millum annað skuldsett fyri at hava sloppið sær undan skatti í Namibia, við at mynstra 14 íslendskar sjómenn, sum í veruleikanum arbeiddu í Namibia, sum manning við einum farmaskipi hjá dóttirfelagnum í Føroyum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo