Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Stjórin í Strandferðsluni sigur ikki satt, tá hann í gjár og í morgun boðar frá, at eykajáttanin til leið 58, bert er til at longja summarætlanina hjá Rituni til Svínoyar og ikki Fugloyar.

Vísandi til fíggjarnevndarsamtykt, so er tað sera greitt, at játtanin uppá kr. 600.000,00 umfatar Fugloy og Svínoy. Hetta er eisini tann fatanin landsstýrismaðurin hevði, tá ið eg tosaði við hann í gjár.

Ferðaætlanin umfatar dagligu túrarnar kl. 08:45 og 14:45 til Svínoy og Fugloy, so her má staðfestast, at váðametingin frá SSL og Sjóvinnustýrinum er nøktandi fyri at røkja farleiðina.

Tá ið man so sigur, at sambært váðameting, ikki er ráðiligt at sigla túrin kl. 18:30, tí ljósviðurskiftini ikki eru nøktandi, so er hetta heldur ikki rætt.

Sum kunnugt, so hevur Fugloyar kommuna gjørt neyðugar ábøtir og íløgur í ljós við lendingarnar, soleiðis at hesar trygd kunnu nýtast ta myrku tíðina eisini.

Og fyri at tað ikki skal verða ein lygn, so hevur SSL hóast alt sett túrin bert at verða dag 5 (fríggjadag) kl. 18:30.

Hetta má verða stórsta sjálvmál nakrantíð, tí eg veit ikki hvussu tað er sunnanfyri í hesum landinum, men norðanfyri eru “ljósviðurskiftini” ikki so stórur munur á fríggjadegi og hinar dagarnir í vikuni.

Í løtuni er støðan tann, at einki nøktandi ljós er í Svínoy imeðan tað eru nøktandi ljós er í Fugloy. Tó verður siglt eftir ferðaætlanini, sum er galdandi júst nú, bert til Svínoyar og ikki til Fugloyar. Hetta er jú fullkomiliga burturvið og er átaluvert.

Feilurin eigur at rættast beinanvegin og møguleikin fyri tilkalling kl. 18:30 eigur eisini at verða galdandi til Fugloyar.

Símun Gullaksen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo