Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Settist við áhuga at hyggja eftir D&V mánadagin 5 august.

Spentur at hoyra,hvat Vinnuhúsið hevði at siga til kanningina,sum fakfeløgini høvdu latið gjørt.

Var sera skuffaður, tó als ikki bilsin, at hoyra stjóran í Vinnuhúsinum úttala seg um støðuna. Virkaði, sum hon royndi at sláa alt upp í glens.

Segði seg millum annað frøast um, at sáttmálar og setanarskriv verða hildin.

Má bara vísa stjóranum á, at sáttmálarnir als ikki verða hildnir.

Tá eg sigi tað, er tað tí, at tað, sum limir í Vinnuhúsinum hava søkt og fingið loyvi til, er at innflyta faklærda arbeiðsmegi. Tá hesir faklærdu útlendingar so koma til landið, eru hesar fyritøkur tær fyrstu til ikki at góðkenna teirra prógv.

Hví so er, kunna vit bara gita um, men lógin á økinum er greið. Tað er faklærd arbeiðsmegi, vit her tosa um og skulu hesir tí lønast sambært sáttmálanum fyri økið, sum er handverkarasáttmálin. Er tað so, at hesir útlendingar ikki kunnu góðkennast sum faklærdir, uppfylla teir snøgt sagt ikki treytirnar, lógin ásetur, og áttu tí at verið sendir avstað aftur.

Tað velja fyritøkurnar tó ikki at gera, men seta teir í starv til at útføra tað handverksarbeiði, teir upprunaliga eru komnir til, bara til eina sáttmálaløn, sum er væl undir handverkarasáttmálanum.

Løgin máti at søkja eftir kvalifiseraðum fólki til eina uppgávu, fyri síðani at diskvalisera hesi somu fólk, men seta tey til at gera uppgávuna allíkavæl.

Tað kemur eisini fram í kanningini, at føroyskur millummaður fær uml 12 % av hvørjum útgoldnum lønartíma hjá hesum monnum sum samsýning  frá arbeiðsgevara, sum er limur í Vinnuhúsinum.

Omaná hettar gjalda hesir persónar so ein okursprís (kontant) fyri ein slumlíknandi bústað, sum helst eingin føroyingur vildi búð í.

Eg havi so ikki sæð nakran sáttmála, sum loyvir slíkum metodum.

Niðurstøðan má tí vera, at úttalilsini frá stjóranum í Vinnuhúsinum í D&V vóru sera villeiðandi og manipulerandi og helst søgd ímóti betri vitan.

Útlendingaøkið er skipa í fleiri lógum og kunngerðum,sum kunna síggjast í fullum líki á heimasíðuni hjá Ùtlendingastovuni.

Í stuttum kann sigast, at norðurlendingar frítt kunnu koma til Føroya at arbeiða. Tá krevst onki loyvi av nøkrum slagi.

ES-borgarar kunnu eisini koma til Føroya at arbeiða, men til tað krevst arbeiðs- og uppihaldsloyvi.

ES-borgarar kunnu fáa arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum, tá arbeiðsloysið í Føroyum er minni enn 3,5%. Tá verða ongin krøv sett til førleikar ella útbúgving hjá útlendsku arbeiðsmegini.

Er arbeiðsloysið í Føroyum minni enn 6%, men hægri enn 3,5%, ber eisini til at fáa útlendingar til Føroya at arbeiða. Tá skulu útlendingarnir vera faklærdir innan ávís handverk og arbeiða innan byggi- og verklagsøkið. Hendan broyting varð gjørd í 2014, tí byggivinnan hevði so stóran tørv áhandverkarum. Faklærdari arbeiðsmegi.

Tað verða eisini sett serlig krøv til innflutning av arbeiðsmegi. Útlendingarnir skulu arbeiða í minsta lagi 30 tímar um vikuna, og útlendingarnir skulu lønast sambært føroyskum sáttmálum, galdandi fyri økini.

Havnar Handverkarafelag
Eli Brimsvík, formaður

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo