Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Amerikanski stjórin í World Wildlife Fund, Carter Roberts, var á gátt hjá borgarstjóranum Heðin Mortensen í gjáramorgunin, saman við nevndarformanninum í Ocean Rainforest, Magna Arge.

World Wildlife Fund (WWF)  – felagsskapurin við pandamerkinum – er millum partaeigararnar í føroysku taraalifyritøkuni Ocean Rainforest, sum mikudagin tók í nýtslu heimsins fyrsta serbygda alibát til taraaling.

Carter Roberts brúkti eisini høvið til at vitja framleiðsluvirkið og høvuðssætið hjá Ocean Rainforest i Kaldbak, og at kunna seg um søgu og viðurskifti í Føroyum. Hann var bergtikin av Føroyum og vissaði borgarstjóran um, at hetta var bara fyrsta ferð hansara til Føroya, og næstu ferð tók hann fleiri við sær.

Stjórin í WWF heldur tað verða umráðandi at seta ferð á burðardygga framleiðslu av matvøru úr havinum, sum samstundis kann minka um CO2-útlát og veðurlagsbroytingar.

Millum týðandi átøkini, ið kunnu gagna buraðardyggu leiðini at røkka heimsmálunum, er aling av tara, og saman við undangongufelagnum Ocean Rainforest liggja Føroyar fremst í hesi tilgongdini í vesturheiminum, heldur hann.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo