Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Danska golfessið Thorbjørn Olesen var fullur tá ið hann pissaði á gongini millum stólarøðini í flogfari og gjørdi seg inn á eitt av ferðafólkunum.

Hendingin fór fram, tá ið danskarin var á veg úr Memphis til London, skrivar The Independent.

Norska Dagbladet skrivar, at fleiri øtaðust atburðin hjá dananum, og The Independent skrivar at golfstjørnan Ian Poulter mátti leggja uppí og fáa danan róligan.

Og alt hendi á fyrsta klassa í flogfarinum.

- Tað var sjokkerandi at síggja. Hetta er atburður tú sært umborð á einum lágprísflogfari, men ikki á fyrsta klassa hjá British Airways, siigur eitt eygnavitni við The Sun.

Vitnið heldur fram:

- Hann byrjaði at gera seg inn á ferðafólk og manning, og so legði hann eftir eini kvinnu, áðrenn hann pissaði eftir miðgongini.

Thorbjørn Olesen var handtikin í London, og Metropolitan Police váttar hendingina fyri Ekstrablaðnum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo