Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

- Tað má ganga skjótari at fáa koppingarevni fram til brúkararn, og tey sum framleiða liva ikki upp til givin lyfti. Tað var ein av boðskapunum eftir at 27 stjórnarleiðarar í ES í gjár hittust á netinum.

Fleiri av londunum eru ørkymlað eftir, at serliga Pfeizer-Biontech hevur sett ferðina niður. Tað verður gjørt tí verksmiðjan skal umbyggjast. Tá umbyggingin er liðug, fer framleiðslan at ganga nógv skjótari, og fyritøkan hevur lovað, at allar seinkingar verða væl og virðiliga innheintaðar aftur tá.

Bert tvey av ES londunum hava higartil fingið koppsett fleiri enn 2% av íbúgvunum.

- Vit stúra sera nógv fyri mutatiónunum sum henda, segði ES nevndarforkvinnan, Ursula von der Leyen.

- Støðan í Europa er sera álvarslig. Vaksinurnar geva vón, men nýggju variantarnir elva til høvuðbrýggj. Tí er neyðugt at vit fáa koppingarevnið út til fólkið skjótt, segði hon.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo