Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Koronasmittan í India hevur nú tikið dik á seg á ein slíkan hátt, sum ongantíð áður er sæð í nøkrum landi undir farsóttini, skriva fleiri miðlar.

Smittan setur nýtt met hvønn dag og sjúkrahúsini eru langtsíðani ovbyrjað eins og kirkjugarðar og krematorium ikki megna at fylgja við. Eisini eru goymslurnar av súrevni við at tømast.

Eisini í øðrum londum, eitt nú Brasil og Kili, er støðan alt annað enn góð, hóast milliónir av fólki verða koppsett hvønn dag.

Heimsheilsustovnurin WHO skrivar í síni seinastu vikufrágreiðing at tað eru ikki bert londini, har støðan er ring, men allur heimurin sum hevur ein stóran trupulleika.

- Hava vit lært nakað av hesi sóttini, so er tað, at tað er sera vandamikið at slaka ov tíðliga uppá tiltøkini sum eru sett í verk. Tað gjørdu tey í India, og hygg nú hvar tey standa, sigur Flemming Konradsen, professari í heimsheilsu við Universitetið í Keypmannahavn.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo