Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Landsverk: Tað er ein av kjarnuuppgávunum hjá Landsverk, at fyrireika tunnilsarbeiði og at gera neyðugu kanningarnar rundanum verkætlanina, áðrenn klárt er at bjóða út og seta hol á. Kanningararbeiðið viðvíkjandi nýggjari farleið til Suðuroyar hevur verið í gongd í nøkur ár, men er enn ikki komið á mál.

Tað er ein av kjarnuuppgávum Landsverks at fyrireika tunnilsarbeiði og at gera neyðugu kanningarnar rundanum um verkætlanina, áðrenn klárt er at bjóða út og seta hol á. Kanningararbeiðið viðvíkjandi nýggjari farleið til Suðuroyar hevur verið í gongd í nøkur ár, men er enn ikki komið á mál.

Samfelagsligu, búskaparligu og umhvørvisligu forkanningarnar av einari nýggjari Suðuroyarleið eru lidnar og latnar landsstýrismanninum í fíggjarmálum. Enn væntar at gera jarðfrøðiligu kanningarnar lidnar, trygdarspurningurin viðvíkjandi farleiðini skal avgreiðast og enn er ongin støða tikin til linjuføring.

Tá samlaðu forkanningarnar eru lidnar skulu allir ivaspurningar verða avkláraðir og arbeiðið verða klárt til at bjóða út. Hartil eru vit ikki komin enn og uppskotið til samtyktar, sum nú er til viðgerðar í Løgtinginum vil einans gera tilgongdina torgreiddari og minni gjøgnumskygna, verður tað samtykt.

Landsverk er av tí áskoðan, at tíðin er ikki búgvin at seta eitt alment partafelag á stovn, sum skal reka og byggja undirsjóvartunnil til Suðuroyar, fyrrenn fyrireikandi kanningarnar eru lidnar.

Almennu partafeløgini skulu fáa eina bundna uppgávu
Leisturin við at lata almenn partafeløg byggja og reka undirsjóvartunlarnar í Føroyum hevur eydnast væl. Tunlarnir eru bygdir til tíðina og eru væl riknir. Men almenn partafeløg hava ávisar vansar, tá tað snýr seg um viðurskifti, sum viðvíkja almenninginum  í Føroyum.

Eitt alment partafelag er ein sjálvstøðug løgfrøðilig eind, sum einans hevur til endamáls at verja egin áhugamál. Hetta kemur til sjóndar, tá tað snýr seg um avgerðir, tá tað snýr seg um alment innlit, og tá tað snýr seg um innlit í rakstrar- og fíggjarroknskapir.

Tað er fatanin hjá Landsverk, at almennu Føroyar fáa mest burturúr at lata einum almennum partafelagi, sum skal byggja og reka ein undirsjóvartunnil til Suðuroyar eina bundna uppgávu. Ein bundin uppgáva, sum er komin til vega aftaná djúptøknar fíggjarligar, samfelagsligar, umhvørvisligar, tekniskar, jarðfrøðiligar og trygdartekniskar kanningar.

Hesar kanningar koma til vega í einari almennari skipan, har myndugleikar, almenningur og fjølmiðlar hava møguleika at fáa innlit í tilfarið, soleiðis at neyðuga kjakið um uppgávuna verður hildið. Verður uppgávan løgd í eitt alment partafelag, eru áðurnevndu kanningar einans atkomiligar um almenna partafelagið vil lata teir úr hondum. Sum oftast vil tað vera ímóti áhugamálum almenna partafelagsins.

Kostnaðarmetingin er tengd at fyrireikingini
Í kanningini "Forkanning av einari nýggjari suðuroyarleið" metir Landsverk at ein nýggj farleið til Suðuroyar fer at kosta umleið 5,4 mia krónur. Hendan meting er bygd á seinasta kostnaðin per kilometur, sum tað kostaði í 2016 at byggja Eystur- og Sandoyartunlarnar, umframt eitt váðaískoyti á 50%.

Hetta váðaískoytið hevur alstóran týdning, tá farast skal undir stórar almennar verkætlanir og váðaískoytið verður ásett at verða 50%, tí vit eru ikki komin longur við fyreikingunum enn vit eru. Jú longur fyrireikingararbeiðið er komið fram á leið, jú minni kann váðaískoytið ásetast at vera.

Men Landsverk er tó ikki í iva um, at kostnaðurin fer at liggja munandi hægri enn tær 3 mia kr, ið onnur føra fram í almenna kjakinum. Kostnaðarstøðið í samfelagnum hækkar hvørt ár og bara síðani 2016, tá seinastu borikostnaðirnir eru frá, er kostnaðarstøðið hækkað við 20 prosentum. Havandi í huga, at enn eru nøkur ár til spakin verður settur í til eina nýggja suðuroyarleið, so er lítil ivi um at kostnaðarstøðið hækkar munandi meira til ta tíð.

Tá aðrir aktørar siga, at tað ber til at byggja ein tunnil til Suðuroyar fyri sama kostnað, sum Eystur- og Sandoyartunlar, so er tað ein pástandur, sum er torførur at taka í álvara. Tískil er tað enn eitt týdningarmikið argument fyri, at neyðugt er at gera forkanningarnar lidnar áðrenn eitt alment partafelag verður sett á stovn.

Ávegis úrslit krevja nærri kanningar
Jarðfrøðiligu kanningarnar, sum Landsverk hevur framleitt saman við Jarðfeingi staðfesta, at jarðfrøðiligu viðurskiftini eru ikki til hindurs fyri at gera ein undirsjóvartunnil til Suðuroynna. Men neyðugt er framvegis við fleiri kanningum, fyrst og fremst á tí linjuni, sum tunnilin verður lagdur. Hesar kanningarnar mugu bíða til endalig støða er tikin til linjuføringina.

Men tann spurningurin sum kanska einamest enn ikki er avgreiddur er trygdarspurningurin. Ein undirsjóvartunnil til Suðuroyar setir munandi størri krøv til trygdina enn tey, sum vit higartil í Føroyum hava arbeitt eftir.

Landsverk hevur latið eina trygdarkanning gera, sum vísur, at um vit brúka sama trygdarstøði, sum í Eysturoyartunlinum, so hevur longdin á tunlinum við, sær at fólk megna ikki at rýma úr tunlinum í eini neyðstøðu.

Tað er eyðsæð, at hetta er ikki ein trygdarstøða, sum nakar kann liva við. Men loysnirnar eru ikki einfaldar. Frægasta loysnin tykist verða at skapa trygdarrúm við ávísari fjarstøðu í tunlinum, men sum støðan er nú eru hesi trygdarrúm ikki góðkend av teimum normum, sum okkara tunlar vanliga verða góðkendir eftir.

Størsta avbjóðingin er at tryggja at trygdarrúmini klára at bjarga mannalívum í longur tíð, um eitt nú ein størri eldur er inni í tunlinum. Arbeitt verður við slíkum loysnum, bæði í Føroyum og uttanlands, men enn er ikki komið á mál. Tað er umráðandi at arbeitt verður víðari við trygdarspurninginum, soleiðis at finnast kann fram til eitt nøktandi trygdarstøði - eisini undir Suðuroyarfirði.

Størsta íløgan í søga Føroya krevur fyrireikingar
Landsverk metir ikki, at tíðin er búgvin til at seta á stovn eitt alment partafelag, sum skal reka og byggja undirsjóvartunnil til Suðuroyar enn. Landsverk hevur mælt Løgtinginum til at játta pening til Landsverk at gera forkanningarnar av nýggjari farleið til Suðuroyar lidnar fyrst.

Saman við øllum viðkomandi stovnum og ráðgevum vil Landsverk á tann hátt kunna kanna og fyrireika verkætlanina, so støða kann takast til um verkætlanin skal fremjast í verki og á hvønn hátt.

Leisturin við almennum partafeløgum sum byggja undirsjóvartunlar hevur eyðsýndar fyrimunir, tá tað snýr seg um fígging av verkætlanini og møguleikan at áseta brúkaragjøld.

Tá málið er klárt til støðutakan, jarðfrøði, trygd, linjuføring og kostnaðir eru lýstir út í æsir, er eftir áskoðan Landsverks rætta løtan at taka avgerð um alment partafelag skal stovnast ella ikki.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo