Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

“Hvar er landsstýrið?” spyr Elsa Berg, býráðslimur í Havn og limur í felagsskapinum “Veðurlagslóg Nú”. Hon vísir á, í einum lesarabrævi, at hitabylgjur og skógareldar herja í Europa, og vatnflóð er í Bangladesj, og kortini ger landsstýrið, sambært henni, einki við veðurlagskreppuna.

Tað undrar meg, at ein býráðslimur kann skriva soleiðis, tí hon eigur at vita, at í hesum døgum verður ein nýggj vindmyllulund royndarkoyrd á Gellingarkletti.

Hon kann framleiða umleið 26% av allari elframleiðsluni hjá SEV. Samstundis verður ein onnur vindmyllulund reist í Flatnahaga, sum kann framleiða 15% av allari framleiðsluni hjá SEV.

Í fjør bleiv ein vindmyllulund reist í Porkerishaganum sum kann framleiða umleið 20 GWt um árið. Tað svarar til meðalnýtsluna hjá 4.000 húskjum.

Í hesum valskeiðinum hava vit eisini fingið eitt biogassverk, sum kann framleiða grøna elorku sum svarar til elnýtsluna hjá 1.200 húskjum umframt hita og heitt vatn til umleið 400 hús.

Samanlagt merkir alt hetta, at framleiðslan av elmegini fer við risafetum burtur frá olju.

Hetta er fyrstu fer síðani 2014 at vindmyllur eru settar upp í Føroyum, og fyrstu ferð yvirhøvur at eitt biogassverkið hevur verið her á landi.

Fólk fáa sær jarðhita og hitapumpur sum ongantíð fyrr, og sølan av elbilum hevur tikið dyk á seg. Eisini endurnýggjanin av skipaflotanum er eitt framstig á grønu leiðini.

So er tað nakrantíð at nakað er hent á grøna økinum, so er tað júst í hesum valskeiðinum.

Hvussu nógv hetta fer at broyta Europa og Bangladesj, ivist eg í, men hetta fær stóra ávirkan á føroysku oljunýtsluna og útlátið av CO2.

Helgi Abrahamsen
tingmaður fyri Sambandsflokkin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo