Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Business Line: Úrslitið á botnlinjuni øktist við góðum 17 mió. í fjør í mun til undanfarna ár og kom upp á 81 mió. kr eftir skatt.

Sp/f Framherji eigur og rekur tvey uppsjóvarskip, eitt verksmiðjuskip og trý línuskip.

Uppsjóvarskipini eru M/S Fagraberg og M/S Høgaberg, sum fiska pelagisk fiskasløg. Akraberg FD 10 er eitt verksmiðjuskip og fiskar fyri tað mesta tosk í Barentshavinum. Harafturat eigur felagið línuskipið Skørin og frystilínuskipini Stapin og Jógvan I.

Felagið eigur saman við øðrum fiskavirkini P/F Faroe Origin og P/F Pelagos, ið virkar uppsjóvar fisk. Umframt hetta eigur felagið onnur partabrøv.

Konsern: Ársins nettosøla er 514,3 mió. kr. ímóti 516,6 mió. kr. síðsta ár. Úrslitið eftir skatt er 85 mió. kr, ímóti 71,6 mió. kr. síðsta ár. Leiðslan metir ársúrslitið vera nøktandi.

Tøki peningurin er í 2020 hækkaður við 19,7 mió. kr. frá 70,2 mió. kr. til 90 mió. kr.

Móðurfelag: Ársins nettosøla er 300,2 mió. kr. ímóti 278,1 mió. kr. síðsta ár. Úrslitið eftir skatt er 81 mió kr. ímóti 63,6 mió. kr. síðsta ár. Leiðslan metir ársúrslitið vera nøktandi.

Tøki peningurin er í 2020 øktur við 7,7 mió. kr., frá 42,3 mio. kr. til 50,0 mió. kr.

Gongdin hjá Framherja seinastu árini: sæst her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo