Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Leygarkvøldið 12. mai er stór konsert í Løkshøll í Runavík.

Talan er um eina stuðulskonsert í samband við, at Blái Krossur Føroya hevur árligu landsinnsavningina.

Í ár verður savnað inn til barna- og ungdómsarbeiðið á fyribyrgingardeildini.

Her stendur Blái Krossur í tí støðu, at man ikki nær øllum hesum børnum og ungu, sum standa og vilja hava hjálp.

Henda dagin fara fólk um alt landið ganga við bússum fyri at savna pening inn, umframt at møguleiki eisini er at geva aðrar vegir.

Í ár ger Blái Krossur so eitt sindur meir burturúr við at hava fingið nakrar av okkara allar dugnaligastu sangarum at framføra hetta kvøldið:

Lena Anderssen og Niclas Johannessen, Døgg Nónsgjógv og Allan Tauesen, Maria og Eyðun á Lakjuni, Ásbjørn Berthelsen, Guðrun Sólja Jacobsen og Jens Marni Hansen.

Tað vera nógvar sera spennandi framførslur, eisini onkur sera forkunnug frumframførsla. Afturat hesum eru spennandi innsløg um arbeiði, har tað m.a. verður kunnað um hvat pengarnir fara til.

Inntøkurnar frá konsertini fara óskerdar til arbeiðið.  

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo