Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Hagstovan: Revsilógarmálini eru fækkað eina helvt seinastu 13 árini, úr 1.100 í 2007 til 532 í fjør. Minkingin er stór á flestu økjum – uttan viðvíkjandi siðamisbrotum, sum eru vorðin nøkur fleiri. Hetta vísa yvirlit um virksemið hjá løgregluni.

Tann stóra minkingin í revsilógarbrotum sæst serliga aftur í málum um herverk, ið eru fækkað úr 400 árliga niður móti 100, og viðvíkjandi innbrots- o.ø. stuldri, ið eru fækkað úr 473 í 2001 niður í 133 í fjør. Málini um harðskap hava sveiggjað nógv - úr 116 í 2006 niður í 25 í 2011 - men samlaða gongdin síðani 2000 vísir tó hóast hetta eina lítla minking.

Hinvegin sæst ongin minking í talinum av revsimálum um siðamisbrot. Tvørturímóti. Tey vóru annars spakuliga minkandi í 00-unum, men eru sjónliga vaksin aftur seinastu árini. Hóast tølini eru smá og leypa nógv upp og niður, er ein greið ábending um gongdina, at tey vóru 21 í 2017 og 33 í 2019.

Eitt annað revsilógarøki við fáum fráboðanum er ónáðan og ærumeiðing, sum øll hesi 20 árini hevur sveiggjað um 30–60 mál árliga, men tó við einum lítlum vaksandi trendi hesi seinastu árini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo