Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

(mynd: Grækaris D. Magnussen)

(mynd: Grækaris D. Magnussen)

Tað eru ikki øll sum eru líka glað um springaradrápið sum var í Skálafirði í gjár.

Á sosialu miðlunum síggjast fleiri atfinningarsamar røddir, og fleiri eru eisini tey ið á annan hátt hava gjørt vart við seg, eitt nú hevur fyrrverandi formaðurin í Grindamannafelagnum, Hans J. Hermansen verið frammi í miðlunum við atfinningum.

- Eg eri skelkaður og hetta oyðileggur okkara arbeiði í Grindamannafelagnum við at verja grindadráp, segði hann millum annað í viðtali við Kringvarpið í morgun.

Aðrar atfinningar sum hava verið at sæð er, at tað tók ov langa tíð at drepa, kanska tí ov fá fólk tóku lut men bara hugdu at, tað er óneyðugt at drepa so nógvar springarar, tí nógv grind er deyð í Føroyum í summar, og føroyingar hava ikki eins nógva vitan um springarastovnin sum vit hava um grindahval, og tí ber ikki til at siga, um veiðan er burðardygg.

Tilsamans 1428 springarar løgdu beinini, og tað er heilt óvanliga nógv. Sýslumaðurin sigur, at seðlarnir koma út nú klokkan 15 við bátahylin í Skálafirði.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo