Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Fleiri túsund vóru savnað í miðbýnum í Tel Aviv fyri at mótmæla og siga NEI til hersetingina av Palestina og NEI til ætlaða víðfevnda stuldurin hjá hersetingarvaldinum hjá Netanyahu, at taka seinastu restirnar eftir eru av Palestina.

Stóra fjøldin av jødum, kristnum og palestinum settu seg upp móti royndini hjá trygdarløgreglu og alvápnaðum zionistum, ið roynd teirra at forða mótmælistiltakinum, men mannamúgvan var alt ov stór til at hersetingarvaldið tordi at gera nakað miðvíst.

Ein orsøkin til stóra mótmæli í landinum frá m.a. ortodokskum jødum, og at stórsti partur av ES-londunum, ST og heimurin annars harliga átalar tað framferð palestinar eru fyri, fekk bikari á kók í farnu viku tá 32 ára gamli Iyad Hallaq var skotin til deyðis við maskinbyrsu ávegis inn í skúlan í gamla býarpartinum í Jerusalem. Iyad var menningartarnaður og autist og sum 8 ára gamalt barn, og fekk serundirvísing tí hann ið ikki dugdi at handfara støður har han kundi koma í hóslag við hermenn Netanyahus, soleiðis sum vanligt er hjá palestinum.

Drápið var framt uttan minstu orsøk og mátti verjumálaráðharrin hjá hersetingarvaldinum, Benny Gantz, alment biða um umbering fyri andstyggiliga atburðin.
Iyad var einabarn og eftur situr mamman sundurbrotin í sorg at hava mist sonin.

Farnu 10 árini hava hermenn og vápnað niðursetufólk dripið 3.408 palestinar, meðan hundratals børn og ung sita í óhugnaligum fangatippum har tey kroppsliga og sálarliga verða pind á grovasta hátt.

At løgting og løgmaður lata Miðflokkaformannin Jenis av Rana diktera og draga Føroya fólk inn í tað óhugnaligu óhumsku í apartheidstýri Nethanyahus umboðar – at utrudda og tileinkisgera palestinar og teirra søguligu rættindir til egið land, man nokk verða mest ókristiligi og devulsetti atburður Føroyar nakrantíð hava lagt rygg til.

Slíkt eiga fólk við bert einum veti av etikki og morali at vísa frá sær, tí tað hevur einki við næstrakærleika ella kristindóm at gera, just sum leiðandi persónar kirkjunar í Norðanlondum, prestar og bispar, eisini hava boða frá alment.

Er nakað etisk og moralskt trúvirði í landsins leiðslu, stendur Føroya fólk set frægast við at løgmaður gevur Jenis av Rana og Miðflokkinum harraboð, at tað skal einki alment føroyskt umboð Føroya fólks á nakra umboðsstovu í Jerusalem. Gongur tað ikki, er rættast at løgmaður leggur frá sær, so onnur samgonga kann skipast.

Kári Thomsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo