Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Í hesum døgum hittast umleið 80 skúlastjórar úr Føroyum, Íslandi, Svøríki, Danmark, Finnlandi og Írlandi í Føroyum.

Talan er um eitt samstarv millum skúlastjórar og embætisfólk í skúlafyrisitingini í Norðurlondum og Írlandi, nevnt “Kurs 21 Nord”, sum byrjaði í 2002.

Limirnir í samstarvinum hittast á hvørjum ári, og ymsu luttakandi londini skiftast um at vera vertir.

Endamálið við samstarvinum er at menna skúlarnar í Norðurlondum, bæði saman og hvør sær, umframt at skapa sambond millum skúlaleiðarar í ymsu londunum.

Serligur dentur verður lagdur á at kunna um nýggjastu rákini innan undirvísing og námsfrøði, og kunnað verður eisini um undirvísingarskipanirnar í ymsu londunum, hvørji átøk londini hava sett í verk á skúlaøkinum í seinastuni - og hvørjar eftirmetingar, londini hava gjørt.

Í ár eru føroyingar vertir, og skúlastjórarnir byrjaðu í gjár vitjanina í Suðuroynni, har Magni Mohr helt fyrilesturin “Týdningurin av at leggja til rættis venjing í skúlunum – ávirkan á heilsu, trivnað og læring”. Seinnapartin varð vitjað á Ítróttarháskúlanum í Vági.

Í Havn fer Jóhannes Miðskarð at umrøða úrslit frá eini granskingarverkætlan um námsfrøðiliga leiðslu í føroyskum fólkaskúlum og at seta granskingarúrslitini í samband við hugtakið “professionellur lærifelagsskapur”. 

Eisini vitja tey á Glasi og á Skúlatrøð, umframt at tey fáa kunning um spildurnýggja, føroyska eftirmetingartilfarið í byrjanarundirvísingini, sum Gunvør Højgaard og Osvald Jacobsen hava ment til innskúlingina.

Í dag verður eisini ein gestaframløga, tá finsku umboðini fara at greiða føroyskum myndugleikum frá teirri finsku skúlaskipanini.

Útlendsku gestirnir fara avstað aftur hósmorgunin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo