At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Mynd: Allan Brockie

Mynd: Allan Brockie

Mynd: Allan Brockie

Í hesum døgum eru føroyingar vertir fyri stórari norðurlendskari fólkadansistevnu.

Tað er Sláið Ring, landsfelag føroyskum dansi at frama, ið skipar fyri HAVLEIKI 2022, har um 600 dansarar og spælimenn úr Norðanlondum luttaka.

HAVLEIKUR, sum seinast var í Føroyum 2008, er dansistevna undir norðurlendska samstarvsfelagnum, Nordlek, sum hevur til endamáls at fremja siðbundnu norðurlendsku fólkamentanina.

HAVLEIKUR 2022 byrjaði sunnudagin 10. juli við ungdómslegu á Sandi, har 40 ung í aldrinum 15-25 ár luttaka. Umframt at uppliva fólkadansir úr ymsu Norðanlondunum, fara tey ungu á útferð í Skúvoy, sleppa at royna ullarbeiði, og so upptraðka tey við fólkadansi við bygdaráðshúsið á Sandi týskvøldið kl 18.

13. juli byrjar dansistevnan av álvara við stórari setan á Vaglinum, har Gunnar Restorff, formaður í Sláið Ring, Egon Agerskov, nevndarlimur í Nordleksstyrelsen og Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu bera fram røður, og luttakandi londini hava dansiframsýningar. Hetta verður ein hátíðarlig løta, har fólk eru ílatin fólkadraktir. Setanin endar við føroyskum dansi, har Arnjohn Hvítklett skipar Flóvan Bænadiktsson.

Undir stevnuni verður fólkadansur fyri luttakarar í Norðurlandahúsinum hvørt kvøld. Luttakandi londini hava valt hvør sín samdans, sum bar til at venja áðrenn stevnuna. Til samdans hava føroyingar hava valt at kvøða 25. ørindi Ebbe Skammelsøn. Umframt tí, verður eisini høvi at royna aðrar fólkadansir.

Eisini fara gestirnir at uppliva aðra føroyska mentan, m.a. er skipað fyri fyrilestrum um ullina og føroyska búnan, føroyska árabátin og føroysk fornminni.

Eisini verður vitjað í summum av dansifeløgunum kring landið, og skipað er fyri náttúruvøkrum útferðum í oyggjunum.

HAVLEIKUR 2022 endar leygardagin 16. juli við dansiframførslum í gamla kommunuskúlagarðinum í miðbýnum og á summum av ellisheimunum í Havnini.

Eisini verður framført í Miðlon. Framførslurnar enda við føroyskum dansi í gamla kommunuskúlagarðinum kl 14:00-14:45.

Hareftir verður gallaveitsla í Høllini á Hálsi við siðbundnum føroyskum borðhaldi, felagssangi og dansi.

Setanin og dansiframførslur eru almennar og ókeypis.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo