Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Timothy Shieff, sum er fyrimyndin hjá sera nógvum veganarum kring allan heim, orkar ikki meira. Hann fer nú at eta egg og laks og møguliga eisini kjøt, tað hevur hann greitt frá á sínum youtube vanga.

Stóra avgerðin er tikin, tí hann orkaði ikki at renna og venja sum hann annars var vanur at gera.

- Eg má biðja um fyrigeving fyri, at eg ikki hava verið opin og erligur um hetta fyrr enn nú. Men eg havi í eina tíð roynt at eti mat sum er gjørdur av djórum, og tað hevur hjálpt mær og eg havi fingið betri heilsu, sigur hann millum annað í filmsbrotinum.

Sera nógvir av hansara fjepparum á sosialu miðlunum kenna seg sviknar. Ein skrivar "Tú vart mín veganska hetja. Eg fari so ongantíð at eta mat av djórum, sjálvt um tað gongur útyvir heilsuna. Farvæl mín fyrrverandi veganski prinsur."

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo