Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Russiskar deildir hava eitt nú brúkt spreingievni til at "elva til deyða, minka um moralin og forða ukrainum í at kunna fara har sum teir vilja".

Soleiðis stendur millum annað í einum skrivi sum bretska verjumálaráðið hevur almannakunngjørt.

- Hópgrøvir og umfatandi oyðileggingar siga eina óhugnaliga søgu, og prógv eru fyri, at tað eru vanlig fólk sum standa fyri skotum heldur enn herfólk, sigur bretska verjumálaráðið eisini.

Í einum føri er skotið eftir tangum við salpetursýru í býnum Rubizje í Luhansk landslutinum har eysturi í landinum. Sýran kann vera vandamikil fyri fólk, um hon sleppur úr tangunum.

Prorussisk herlið har á leiðini siga hinvegin, at tað eru ukrainskar deildir sum hava skotið eftir tangunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo