Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Stórar mótmælisgongur hava verið í París og fleiri øðrum fronskum býum í dag, har fólk mótmæla eini nýggjari lóg, sum millum annað ger tað ólógligt at almannakunngerða myndir av politifólki ímeðan tey eru til arbeiðis.

Lógin kemur samstundis sum videobrot hava verið at sæð av fleiri politistum, sum fara illa við einum littum manni, tí hann ikki brúkti munnbind. Myndirnar hava skelkað alt Frakland.

Sambært lógini, sum týsdagin varð samtykt í tjóðartinginum, men manglar at verða góðkend av senatinum, kann ein fáa upp í eitt ára fongsulsrevsing og bøtur uppá yvir 300.000 krónur um ein brýtur ásetingina.

Tey atfinningarsomu stúra fyri rættartrygdini og talufrælsinum, tá og um lógin verður endaliga samtykt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo