Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Vestmanna Sangkór: Vælkomin til Berlinkonsertina hjá Vestmanna sangkóri í auluni í Finsen í Havn týskvøldið 4. juni kl. 20.

Fyri tveimum vikum síðan var Vestmanna sangkór eina ógloymandi kórferð í Berlin – ein av teim størstu mentanarmiðdeplunum í Evropa. Onkur helt undan: hvat skulu vit, eitt lítið bygdakór úr Vestmanna á slíkum stað? Men ferðin eydnaðist betur og gjørdist meira upplivingarrík, enn vit tordu at ímynda okkum.

Til at endurskapa eitt sindur av ljóminum siga vit vælkomin til Berlinkonsertina hjá Vestmanna sangkóri í aulini í Finsen í Havn týskvøldið 4. juni kl. 20. Við konsertini vilja vit gleða tey, sum dáma eldri og nýggjari føroyskan kórsang. Tað er Benjamin Gaasedal, ið stjórnar kórinum.

Um kórferðina til Berlin:
Vit komu hagar hóskvøld á midnátt og fóru heimaftur á middegi mánadag. Hesar fáu dagar høvdu vit fýra konsertir og upplivdu mangt annað aftrat. Vit fóru ferð um býin at vitja gitin støð, ið andaðu av søgu, teirri stórbæru og teirri syrgiligu. Úr býarmiðdeplinum Alexanderplatz, har vit búðu, og til býarpartar við fjølbroyttum og seregnum eyðkennum, Kurfurstendam øðrumegin og Kreusberg hinumegin, og tí nýggja Berlin við stásiligum arkitekturi og einum áhaldandi ruðuleika av stórtøknum byggiverkætlanum, sum um býurin ikki kann gevast við at endurskapa seg sjálvan í meira modernaðum skapi.

Fyrstu tvær konsertirnar vóru longu fríggjadag. Tann fyrra kanska ikki nøkur konsert í vanligum týdningi, men kórið fekk høvið at syngja nakrar sangir á einum so sjáldsamum stað sum í einum fongsulsgarði í tí gamla Stasi-fongslinum Hohenchønhausen. Ein hjartanemandi uppliving, eftir av at hoyrt um tær mongu lagnurnar á hesum stað.

Seinni fríggjadagin var konsert í donsku Christianskirkjuni, sum í ár hátíðarheldur 100 ára stovningarár kirkjunnar.

Seinnapartin leygardagin høvdu vit sonevnda fríluftskonsert í paviljongini í Stadtpark Steglitz, har vit eins og í Christianskirkjuni greiddu áhoyrarunum frá um Føroyar og tey einstøku kórverkini, vit framførdu.

Upplivingin fram um allar var sunnudagin, tá ið vit høvdu fingið ta stóru æru at vera við í kvøldargudstænastuni við føroyskum kórverkum í sjálvari Berliner Dom, tann stórbæra dómkirkjan í týska høvuðsstaðnum. Ikki sørt, at vit kendu okkum smá og eyðmjúk, men tá ið vit undir royndini hoyrdu tann sjáldsama góða klangin í kirkjurúminum, og sóu tey nógvu fólkini, ið komu til guðstænastuna, ernaðust vit og sungu av hjarta.

Allastaðni sungu vit føroysk kórverk og vóru í føroyskum klæðum. Allastaðni var áhugin stórur og forvitni at hoyra um sang okkara og land okkara. Vit vóru glað og takksom fyri túrin til Berlin á heimferðini mánadagin.

Ein kórferð av slíkum slag er altíð kostnaðarmikil, og tí fegnast vit um stuðul frá landi og kommunu og frá privatum fyritøkum. Tí vilja vit eisini takka stuðlum okkara til ferðina við hesi Berlin-konsertini í Finsen í Havn.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo