Skemta ikki við ein og hvønn - smáar sálir taka alt í álvara
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Ì gjár var borgarstjórin í Torshavnar kommunu í sjónvarpsstovuni ísv eina komandi stórhøll í Havn.  Eg má siga, at eg sat eftir við enn fleiri spurningum og ivamálum eftir, at  sendingin var liðug enn, eg gjørdi frammanundan. Borgarstjórin svaraði ikki uppá spurningarnar frá vertinum, og ístaðin fyri at svara varð svarað  við nýggjum spurningum.

Tórshavnar kommuna skal  altso lata 100 mió. í eitt sjálvsogarnarfelag, har tveir vinnulívsmenn skulu finna hina helvtina. Lat tað vera sagt beinanvegin, at hetta hevur onki við nevndu vinnulívsmenn at gera, sum eg kenni sum bæði sum dugnaligar og virkisfýsnar, men hetta hevur at gera við nakrar grundleggjandi treytir ein kommuna virkar undir. Tað reisa seg nógvir spurningar og ivamál isv verkætlanina.

- Fyri tað fyrsta er tað eitt stórt ivamál, um kommunan yvirhøvur hevur loyvi at gera eitt tílíkt samstarv við privata vinnulívið, ivasamt er um tað er rúm fyri hesum sambært kommunustýrislógini.

- At lata 100 mió í eitt sjálvsognarfelag merkir í roynd og veru, at kommunan missir allan ræðisrættin á verkætlanini og onki gjøgumskygni verður í verkætlanini hjá vanliga skattgjaldaranum, sum altso skal lata 100 mió í eina stórhøll. 

- Spurningurin reisir seg eisini um byggingin yvirhøvur verður boðin út. Verða allar byggifyritøkur javnbjóðis settar at kunna bjóða uppá verkætlanina, ella er ein fyritøka longu vald til at standa fyri verkætlanini? Tað , sum vit hava fingið upplýst higartil er, at høllin ikki verður boðin út.

- Hvør kemur at hava ræðisrættin á høllini, er tað kommunan ella onkur annar?

- Hvør kemur at hava fyrsta rætt til høllina,  ítrótturin ella vinnulívið við ráðstevnum, konsertum v.m. ?

- Hvørjar ítróttargreinar kunnu hýsa sínum altjóða kappingum í høllini?

- Høllin verður bygd á øki, sum annars sambært arkitektakapping skuldu hýsa 1500-2000 borgarum ein bústað. Hvar verða hesir bústaðir bygdir ístaðin ?

Skattgjaldarin í Havn hevur krav uppá at vita øll hesi viðurskifti, tí vit tosa um at seta 100 mió í eina høll, sum merkir, at kommunan bindast í stóra skuld, tí umframt 100 mió til stórhøll er ein langhylur longu samtyktur og farin í gongd uppá 200 mió, eitt nýtt ellis og røktarheim skal byggjast fyri 170 mió, innkomuvegur fyri 288 mió umframt aðrar íløgur, sum longu eru í gongd. Vanlig fíggjarár hevur kommunan áleið 170-180 mió til skattafíggjaðar íløgur. So antin má kommunan taka stórt lán ella skal ein skattahækking til at fíggja allar íløgurnar. Hendan íløgan í stórhøllina gongur somuleiðis út yvir aðrar íløgur í kommununi, sum vit longu nú síggja ikki verða raðfestar í komandi fíggjaræltan fyri 2022 m.a.:

- eldradepilin í Kollafirði
- nýggja barnatannlæknaviðtalu og kommunulæknaviðtalu
- íløgur í orkumál.
- iløgur í dagstovnaøkið bæði til rakstur og íløgur
- nýggja brennistøð

Tað minsta býraðið kann gera er at leggja eina langtíðaríløguætlan fram, sum greitt vísir, hvussu allar íløgurnar skulu gerast og fíggjast. Borgarin hevur krav uppá fult gjøgnumskygni, tí í verandi løtu sleppa børnini ikki í barnagarð, tí stovnar mangla starvsfólk ella er alt bara ok, bara tað rætta forteknið C stendur frammanfyri?

Nei tað er sjálvandi ikki ok!

Annika Olsen
Býráðslimur og fyrrverandi borgarstjóri í Tórshavnar kommunu

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo