At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Býráðið skal í annaðkvøld taka støðu til, um kommunan skal veita sjálvsognarfelagi undir stovnan tilsøgn uppá 50%, ella í mesta lagi kr. 108,9 mió, í fígging til byggingina av stórhøllini við Klingruna.

Tað er Tórshavnar kommuna, sum nú saman við handils- og vinnulívinum tekur stig til at byggja eina altjóða stórhøll. Í eina tíð hevur samskifti verið við partar úr handils- og vinnulívinum.

Ætlanin er at byggja eina stórhøll við eini brutto gólvvídd uppá 8.350 m2 og eitt planerað lendi uppá 23.000 m2, millum annað ætlað til 650 parkeringspláss. Kostnaðarmetingin er kr. 217,8 mió u/mvg.

Stórhøllin er ætlað eisini at verða partur av føroysku tilbúgvingini við egnari streym- og hitaveiting; høllin kann herberga stórari mannfjøld, skuldi kreppustøða gjørt tað neyðugt.

Til hondbóltsdystir kunnu vera eini 2.700 áskoðarar, og til eina konsert, har áskoðararnir standa, kunnu vera 4.600. Sita áskoðararnir, er pláss fyri uml. 3.600. Aftrat høllini eru umklæðingarrúm, fundarhøli, veitingarrúm, goymsla v.m.

Mett verður, at byggitíðin er 20 mðr. Ætlanin er, at eitt sjálvsognarfelag skal standa fyri byggingini og eiga stórhøllina, og at eitt rakstrarfelag skal standa fyri dagliga rakstrinum av høllini. Um høllin verður avhend, hevur kommunan fyrstarætt til ognarskap.

Við støði í kostnaðarmetingini er kommununnar lutur at fíggja kr. 108,9 mió u/mvg. Kommunan kann bara taka lut í vinnuligum virksemi, um so er, at virksemið tænir einum almannagagnligum endamáli og ikki hevur vinning fyri eyga.

Stórhøllin hevur nógvar møguleikar, bæði av almannagagnligum og vinnuligum slag, sum ikki eru til í Føroyum frammanundan, men sum stórur tørvur er á serliga innan ávísar ítróttagreinir og events.

Tórshavnar kommununa hevur harumframt sum mál at gera Tórshavn til altjóða ráðstevnubý, sum handils- og vinnulívið og stovnar annars fyriskipa, og sum er við til at stuðla undir menningina av ferðavinnuni og tænastuvinnuni í kommununi.

Málið kemur fyri á býráðsfundi í annaðkvøld, har býráðið skal taka støðu til, um kommunan skal veita sjálvsognarfelagnum undir stovnan tilsøgn uppá 50% ella í mesta lagi kr. 108,9 mió í fígging til byggingina av stórhøllini, treytað av, at øll loyvi fyriliggja, og um tað verður játtað, at seta neyðugu fíggingina av í fíggjarætlanini.

Meira kann lesast um málið í býráðsskránni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo