Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Í 15 donskum kommunum eru mál um børn og ung undir 18 ár sum hava latið kynsligar tænastur afturfyri pengar, gávur ella rúsevni, oftani til menn sum eru nógv eldri enn tey - sonevnd sugerdating.

Tað er DR sum hevur spurt seg fyri hjá øllum landsins kommunum.

Í eini kommunu, Esbjerg, hava tey havt mál við gentum heilt niður í 12 ára aldur sum ferðast í umhvørvi har tað er vanligt at kynsligar tænastur verða veittar afturfyri gávur sum til dømis rúsevni.

Eitt er, at tað sum hendir er beinleiðis í stríð við lógina. Annað er, at børnini, sum gera slíkt, oftani fáa álvarsligar sálarligar trupulleikar at stríðast við seinni í lívinum.

- Tey fata oftani ikki avleiðingarnar av sínum gerum, og hvørja ávirkan tað fær á lívið, sigur Christian Groes, sum kynsgranskari við Roskilde Universitet.

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo