Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Sprotin: Sjón, Einar Már, Oddný Eir Ævarsdótttir og Héðinn Unnsteinsson hava verið her - og nú kemur Kristín Marja Baldursdóttir at vitja okkum í sambandi við íslendsku vikuna í Norðurlandahúsinum.

20 ár eru liðin, síðan hon fyrstu ferð royndi seg á bókmentapallinum, og hon gjørdi av álvara hol í sjógv við tvíbindaverkinum KARITAS.

Tá ið Karitas við ongum heiti kom út í 2004 bergtók hon stóran lesaraskara. Ikki minst í Føroyum, tí so lætt var at kenna land, umstøður og leikpartin hjá kvinnuni aftur í bókini.  Tað var lætt hjá føroyskum kvinnum at samlíkjast við tær í bókini.

Stórfingna søgan er um eina kvinnu, ið ikki fær list og kærleika, gávur og girnd at ganga upp í hægri eind. Søgan er eisini ein fagnaður til tær sterku íslendsku kvinnurnar fyrst í 20. øld. Tær, sum settu sær fyri at broyta sína egnu samfelagsstøðu.

Henda fyrra skaldsøgan endar í 1939. Tá hevur Karitas sagt manni sínum - Sigmari við teimum vøkru sjógrønu eygunum - farvæl fyri aðru ferð og er á veg út í eina framtíð, sum borin er av dreymum og vónum.

Sprotin hevur nú givið báðar skaldsøgurnar út. Karitas - Við ongum heiti kom út í fjør, og Karitas - Ruðuleiki á lørifti er júst í hesum døgum komin á marknaðin. Gunvør Balle hevur týtt, og Edward Fuglø hevur gjørt kápurnar.

Marja Baldursdóttir er fødd á Hafnarfirði í 1949, útbúgvin fólkaskúlalærari í 1970. Seinni fór hon at lesa íslendskt og týskt. Umframt at hava arbeitt sum lærari var hon eitt skifti blaðkvinna á Morgunblaðnum.

Hon vaks upp hjá ommuni og abbanum, saman við pápa sínum eina tíð. Bæði pápin og abbin vóru áhugaðir í bókmentum og myndlist, og teir løgdu henda áhugan í hana.

Sum 19 ára gomul fór til Týsklands, og áhugin fyri klassiskum tónleiki varð vaktur. Serligi tokkin til myndlist og tónlist eru týðiligir streingir, sum verða bregdaðir inn í báðar Karitas bøkurnar.

Gunvør Balle fer at tosa við Kristín fríggjakvøldið kl. 20. Kristín fer at lesa úr nýggjastu bók síni og siga eitt sindur um seg og sína list. Báðar bøkurnar verða til keyps í Norðurlandahúsinum tann 19., og høvi verður helst at fáa Kristín at signera tær.

NLH ger seg enn eina ferð út til eitt gott kvøld, og skuldi onkur hugsað sær eina løtu frammanundan við einum góðum bita, so er matstovan opin og hevur bæði eitt og annað leskiligt á skránni.

Sunnudagin verður Kristín við á tiltaki í Mentnarhúsinum í Fuglafirði.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo