Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Kirkjuliga Heimamissiónin: Endamálið við øllum vikuskiftinum er at boða kristna gleðiboðskapin um Jesus Kristus.

Tí verður sjóneykan sett á henda spurningin alt vikuskiftið: “Hevur Jesus nakran týdning – í dag?”

Høvuðstiltøkini eru stórmøti hvørt kvøld við dugnaligum talarum og góðum sangkórum og bólkum.

Lagt verður fyri fríggjakvøldið við einum nýggjum og serligum tiltaki fyri tannáringar og ung, við heitinum Noise16.

Leygardagin seinnapart verða eisini seks sera forvitnisligir áhugatímar (samstundis) at velja millum; hetta verður í Meinigheitshúsinum.

Leygarkvøldið verður stórmøti, har Elisabeth Poulsen talar og Blátt Gras luttekur. Seinni um kvøldið syngur High5.

Sunnudagin verður fyrst Simbahitt, sum serliga er ætlað barnafamiljum. Á skránni er millum annað eitt stórt barnakór við næstan hálvt annað hundrað børnum.

Endað verður sunnukvøldið við stórmøti, har Pól Johannessen talar og stórt felagskór syngur.

Leygarkvøldið og sunnukvøldið verður skipað fyri barnaansing fyri børn undir skúlaaldri. (Øll skráin er at finna á www.mission.fo)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo