Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nú var KVF aftur í sínum góða gamla lagi. Jan Lamhauge aftur í essinum. Aftur ein drama dokumentar, akkurát líka illa dokumenterað sum hansara seinasta fadesa við Eik-málinum.

Hesaferð var tað so Anfinn Olsen sum stóð fyri skotum. Endamálið við sendingini var:

1) at framstilla reiðaran sum reinan banditt

2) at skaða verandi samgongu

Sum ikki einaferð. Einki sum helst skil á. Ongi prógv, berir pástandir og leys luft.

Nakrar flytingar til Kýpros verða tiknar fram sum prógv fyri, at tað eru íslendingar sum stýra Anfinni.

Hvat hyggjarin skuldi fáa burtur úr hesum er ógreitt. Nógv bleiv tosað um “transfer pricing”, sum er hetta hugtak eitt brotsverk í sjálvum sær.

Jan Lamhauge vildi geva føroya fólki eina kenslu av, at tað eru íslendingar sum standa fyri øllum flytingunum úr Fuglafirði.

Hesar flytingar fara fram uttan at Anfinn, og (uppaftur minni) Bjørn á Heygum yvir høvur hava minsta ánilsi av, hvat gongur fyri seg í Fuglafirði.

Hvat er hetta fyri humbukk sum Jan Lamhauge og Barbara Holm borðreiða við?

Eftir sendingina vóru politikarar skjótir við tastaturið.

Uttan yvirhøvur at hava ánilsi av hvat málið snýr seg um, komu fordømingarnar:

“Eftir hesa sendingina er uppá tíðina at geva úlendingum durðafjórðingin”.

“Nú skal útlendskur kapitalur steðgast, út úr Føroyum, ongantíð ov skjótt”.

Hava hesi fólk einki at hugsa við?

Lat tað verða sligið fast beinanvegin. Sendingin seinasta týsdag avdúkaði yvirhøvur onki sum helst.

Harragud, Jan Lamhauge vísti okkum nakrar flytingar til eitt felag á Kýpros. Er tað lógarbrot?

Talan er sjálvandi um flytingar, sum dekka yvir innkeyp av vørum og tænastum. Longri er tann søgan ikki.

Tann eina flytingin hevði enntá frámerkið “keyp av skipi”.

Hví í himmalsins navni spurdi Jan Lamhauge ikki Anfinn um hann hevði keypt nakað skip úr útlandinum um hetta mundi.

At ein seljari hevur biðið Anfinn goldið rokningar til eitt felag á Kýpros kann Annfinn ikki lastast fyri.

Heilt ófatuligt at síggja advokatar standa og gita í KVF, um ein persónur “visti ella átti at vita” at ein flyting er farin fram uppá 5 milliónir amerikanskar dollarar í sínum egna felag. Sjálvandi vita allir stjórar í øllum fyritøkum tað. Hvat er hetta fyri ein spurningur at seta?

Eisini ófatuligt at síggja stjóran á Taks standa og gita seg til hvat er hent. Harragud, Taks kann bara senda ein teldupost til Fuglafjarðar og biðja um dokumentatón fyri hesum flytingum.

- Hví fortelur Jan Lamhauge ikki hvat liggur eftir Anfinn í Fuglafirði.

- Eitt reiðarí sum hevur yvir 200 fólk á lønarlistanum og sum hevur skapt hópin av arbeiðsplássum og hópin av inntøkum til Fuglafjørð.

- Eitt reiðarí sum hevur rindað hópin av skatti av inntøkum og vinningsbýti til føroyska samfelagið.

- Eitt reiðarí sum hevur verið við til at stovna Pelagos í Fuglafirði, har eini 200 fólk starvast.

- Eitt reiðarí, sum hevur verið við til at bygt frystigoymlur í Fuglafirði og sum er ein av eigarunum av Faroe Origin í Runavík, har yvir 200 - 300 fólk starvast.

- Altso eitt reiðarí, sum við útlendingum sum minnilutaeigarum, hevur lagt milliónir omaná milliónir eftir seg til føroyska samfelagið.

Jan Lamhauge og Barbara Holm skylda Anfinni eina umbering.

Útspillingin av Anfinni og samgonguni er einki annað enn stór skomm, ein stormur í einum lítlum snapsaglasi.

Gøtumaður

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo